Hondbóltur

FM-vónin hjá H71 livir enn

Við 30-25 sigri á Neistanum í Høllini á Hálsi syrgdu hoyvíkingar fyri, at tað verður ein 5. FM-finala hjá monnum.

Toppskjúttin í dystinum Hilmar Leon Jacobsen í gjøgnumbroti
(Mynd: Sverri Egholm)

Toppskjúttin í dystinum Hilmar Leon Jacobsen í gjøgnumbroti (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-22 20:30 Author image
Agnar Prestá

Tað gjørdist sum væntað frammanundan sera inntenst, spennandi og nógvur larmur í Høllini á Hálsi, tá fjórða FM-finalan millum Neistan og H71 varð leikt. Treytirnar frammanundan vóru einfaldar: Vann Neistin, kundu teir í bláum fegnast um at hava vunnið føroyameistaraheiti. Vann H71 skuldi ein fimta og avgerandi finala spælast í Hoyvík leygardagin. Og tað var H71, ið eins og í FM finalu nummar tvey vann í Høllini á Hálsi. 

Fyrstu fáu minuttirnar var H71 omaná, men so tók Neistin yvir og fekk eina leiðslu uppá 6-4, tá 10 minuttir vórðu leiktir. Hoyvíkingar svaraðu skjótt aftur við tveimum málum, men næstu løtuna lá munurin og svingaði millum eitt og tvey mál til fyrimuns fyri Neistan, ið als ikki hevði trupulleikar við at fáa mál. Smáar tíggju minuttir fyri hálvleik gjørdist munurin trý mál, men útiliðið spældi síðani nakrar góðar minuttir og kom á 13-14. Tá liðini fóru til hálvleiks var tó púra javnt; 15-15.

Eftir eina javna byrjan uppá seinna hálvleik trekti H71 frá við trimum málum á rað, og Neistin mengnaði ongantíð av koma heilt tætt. Hetta hóast verjuparturin fekk tamarhald á álopinum hjá H71 sum hálvleikurin leið. Mikkjal Hansen kom inn og fekk nakrar góðar bjargingar, men teir í bláum høvdu sjálvir trupulleikar við at skora. Hoyvíkingar koyrdu sigurin heim við góðum og hørðum arbeiði og nógvum fokus.

Myndir frá finaluni

Hoyvíkingar spældu stóran part av dystinum uttan Peter Krogh, ið raktur av sjúku og sum varð mansuppdekkaður frá byrjan. Aðrir tóku ábyrgd, og nógvir ymiskir málskjúttar vóru hjá H71. Vilhelm Poulsen, Brandur Halgirsson og Hilmar Leon Jacobsen mannaðu bakketuna tað mesta av dystinum, og teir fingu spælið at koyra væl hjá hoyvíkingum. Serliga var Hilmar Leon í hopla; vinstri bakkurin gjørdist toppskjútti við 9 málum. Leivur Mortensen av vinstra vonginum gjørdist avgerandi. Hann varð næsti toppskjútti við 8 málum, og var sera týdningarmikil í verjupartinum, har hann dekkaði álopskent við serligum fokus á høgra bakkinum hjá Neistanum. 

Neistin hevði torført við at fáa sett  jústRasmus Søby upp. Danski stórskjúttin  varð skuggaður allan dystin, og hann fekk bert tvey mál fyrstu. Í 1. hálvleiki fekk Rune Olsen nøkur góð mál frá strikuni, umframt at  hann vann nøkur brotskøst, ið Høgni Zachariassen trygt setti inn. Tróndur Mikkelsen og Tróndur Kragesteen skoraðu eisini góð mál frá útifrá og í gjøgnumbrotum. Men eftir steðgin gjørdi H71 tað meira torført; m.a. við at Hørður Trygvasson fekk fatur á nøkrum skotum. og teknisku feilirnir komu eisini.

Neistamenn skulu nú finna okkurt annað fram til leygardagin. Teir hava vunnið báðar finalurnar í Hoyvíkshøllini, men tað er helst eingin ivi um, at H71 hesaferð vil gera alt og meira fyri at tryggja sær FM-heiti. Aftur í kvøld vóru áskoðarnir hjá báðum liðum frálíkir til at skapa sera góðan stemning og góðar karmar. Hetta verður helst eisini soleiðis í Hoyvík um fimm dagar, tá FM endaliga verður avgjørt. 

4. FM-finalan - Høllin á Hálsi
Neistin - H71 25-30 (15-15)

placeholder
placeholder