Hondbóltur

Rókur: - Eg fekk tíbetur rættað mistakið

Eg lá niðri, men bólturin skuldi bara í málið, sigur maðurin við seinasta føroyska málinum - Vit hava ikki hugsa so nógv um, at vit skulu spæla eina HM-hálvfinalu í morgin, men vit hava avgjørt ein møguleika móti Portugal.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-26 23:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sosnowiec, Pólland (Portalurin): - Tað var heilt fantastiskt. Men fyrst var eg ekstremt keddur, tí eg hevði blakað bóltin vekk, so teir fingu minkað niður í eitt mál. Eg fekk eitt sovorit "flashback" til Egyptaland fyri tveimum árum síðani.

Rókur Ziskason tosar um fjórðingsfinaluna í 2023, tá hesir ungu menninir upplivdu at missa eina leiðslu í seinastu løtu: Trý mál á muni tá 100 sekund vóru eftir, áðren Egyptaland vendi øllum.

[object Object]
Soleiðis sá Rókur Ziskason út stutt eftir seinasta bríksl móti Egyptalandi í 2023 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Sterki hoyvíkingurin hevði tó øðrvísi ætlanir í kvøld, og tá hann stutt eftir 34-33 máli fekk bóltin á høgra bakki, gjørdi Rókur bart. Hann fór sjálvur, setti ein mann av og økti til endaliga úrslitið.

- Eg lá niðri men hasin bólturin skuldi bara í málið.

[object Object]
Rókur Ziskason stórfegast eftir seinasta bríks í kvøld - "spøkilsi" frá 2023 er burtur (Mynd: IFH/Kolektiff)

Rókur fekk tvær útvísingar í 1. hálvleiki, og dekkaði tí ikki í miðverjuni restina av dystinum. Hann kom tó innaftur og dekkaði væl á bakkinum. Eftir dystin var tað ein serlig løta saman við vælstuðlandi fjepparunum, staðfestir hann.

Sí samrøðuna omanfyri

Sí eisini: Føroyar skulu spæla HM-hálvfinalu

Sí eisini - Ísak Vedelsbøl: - Vit vilja meira

Her ber eisini til at síggja myndir frá føroyska fagnaðinum í høllini

------------------------------------------

U21 HM-fjórðingsfinalur
Í dag, hósdagin 26. juni
Føroyar - Slovenia 35-33 (19-13)

Dystargongdin í søguligu fjórðingsfinaluni
5 min: 2-2
10 min: 5-4
15 min: 8-8
20 min: 11-10
25 min: 14-11
30 min: 19-13
35 min: 21-17
40 min: 23-20
45 min: 26-22
50 min: 31-26
55 min: 33-29
60 min: 35-33

Føroysku málskjúttarnir:
Ísak Vedelsbøl: 10 (5)
Óli Mittún: 6
Niklas Gaard: 5
Høgni Heinason: 4
Høgni Højsted: 3
Trúgvi Hávardsson: 3
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Rókur Ziskason: 2


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder