Fótbóltur

Klassikarin í hálvfinalunum

HB og KÍ bresta saman í aðrari hálvfinaluni; Eysturoyaruppgerð er í hinari.

HB og KÍ skulu dystast um annað av finaluplássunum(Mynd: Jens Kr. Vang)

HB og KÍ skulu dystast um annað av finaluplássunum(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-23 19:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til hálvfinalurnar í í kappingini um Løgmanssteypið hevur júst verið. Tað háttaði seg soleiðis: 

HB - KÍ
Skála - Vìkingur

(Liðið sum stendur frammanfyri hevur heimavøll fyrst)

Seinast arvafíggindarnir hittust í steypafinaluni var í fjórðingsfinaluni í 2013, har HB vann 5-3 eftir longda leiktíð í Djúpumýru. HB var í finaluni í fjør, og KÍ vann hana í 2016. Í júst 2016 hittust Víkingur og Skála í hálvfinaluni, har steypaliðið Víkingur akkurat megnaði at koppa teimum appelsinlittu. 

Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 8. og 9. mai, og tær seinnu verða 22. og 23. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder