Hondbóltur

Ógvuliga spennandi finalur í væntu

Kyndil og VÍF leggja fyri í Høllini á Hálsi í kvøld.

Eins og í steypakappingini standa VÍF og Kyndil eftir í stríðnum um steyp(Mynd: Jens Kr. Vang)

Eins og í steypakappingini standa VÍF og Kyndil eftir í stríðnum um steyp(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-24 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin verður FM-heitið hjá monnum avgjørt í Hoyvíkshøllini, tá H71 og Neistin spæla fimtu FM-finaluna. Liðini hava vunnið tvær finalur hvør yvir seinastu vikurnar.

Grundspælið hjá kvinnum varð liðugt leygardagin. Longu undan seinasta umfarinum var greitt, at tær í gulum og bláum skuldi spæla ímóti teimum grønu í FM-finalunum. Kyndil og VÍF hava fingið til vana at spæla finalur móti hvør øðrum. Í fjør hittust liðini fyrst í steypafinaluni og síðani í trimum FM-finalum. Í báðum førum koppaði tað til vestmannakvinnar. Í hesum kappingarárinum er tað fyribils 1-0 til liðið úr Havn; í steypafinaluni februar vann Kyndil sannførandi á VÍF.

Teir flestu av leikarunum, sum vóru profilar á liðunum í fjør, eru við enn. Hja VÍF er tað serliga baktetan, við sterku skjúttunum Liljuni Djurhuus og Duritu C. Jojic og dugnaliga spælskiparanum Agnas Olsen, ið er eyðsýnd. Durita er eisini umráðandi í miðverjuni saman við góða danska strikuleikaranum Kathe Frederiksen. Viviann Petersen er støðug sum aftasti skansi, og av vongleikarunum kann serliga Heidi Maria Akselsen gerast týdningarmikil. Ein av stóru styrkunum hjá vestmannakvinnum er, at tær eru sera væl samanspældar.

Hetta kann sanniliga eisini sigast um Kyndil, har fleiri av stammueikarunum hava spælt sera nógv saman gjøgnum árini. Serbiski málverjin Jovana Strajanac hevur víst seg at vera ein veruligur styrkur; serliga var hetta eyðsýnt i steypafinaluni. Í byrjanini av kappingarárinum sá einki út hja Kyndli. Ov nógv hekk á systrunum Báru og Sunu K. Hansen. Men so kom Marianna G. Eystberg aftur í baktetuna, og so var ein stórskjútti, ein klókur spælskipari og ein sterkir gjøgnumbrotsleikari har. Jovana kom í málið, og Turið Arge Samuelsen kom aftur úr Íslandi.

Tað er oftast javnt millum hesi liðini, og tað kann gerast ógvuliga inntenst, har verjuparturin fær sera stóran týdning. Kvinnurnar spæla eins og undanfarnu ár ein dyst á heimavølli og ein á útivølli, og um liðini vinna hvør sín dyst, verður ein triðja finala á heimavøllinum hjá liðnum ið endaði ovast í grundspælinum (VÍF).  Í fjør vann Kyndil fyrstu finaluna í Havn, áðrenn VÍF vann uppgerðirnar í Vestmanna. Tað er als ikki óhugsandi, at tað aftur verða tríggjar finalur í ár.

Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi í kvøld er klokkan 20.00. Vit hava myndir og samandrátt frá fyrstu FM-finaluni. Kringvarpið stroymir dystin á heimasíðu sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder