Fótbóltur

Grannarnir hava nógv upp á spæl

Nógv umtalaði dysturin í og um Manchester verður í kvøld; Arsenal vitjar hjá Wolves.

City og United bresta saman í kvøld

City og United bresta saman í kvøld

2019-04-24 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir útsettir dystir eru í Premier League í kvøld; eftir hesar hava øll liðini spælt 35 dystir, og hava harvið tríggjar eftir. Uppgerðin á Old Trafford kann fáa avgerandi týdning fyri, hvønn veg meistaraheiti fer, og er saman við dystinum á Molineux týdningarmikið fyri topp-fýra stríðið

19.45: Wolves - Arsenal 
20.00 Manchester United - Manchester City (TV3 +/Viaplay)

Liverpool-fjepparar vóna veruliga, at Manchester United vinnur í kvøld. Tað er sjálvdan soleiðis, men arvafíggindin kann geva Liverpool fyrimunin í stríðnum um meistaraheiti, um tað eydnast hjá Solskjær og hansara monnum at taka stig frá City í kvøld.

Sannlíkindini er tó ikki góð; United hevur tapt seks av seinastu átta dystunum, og sunnudagin var liðið fyri 4–0 eyðmýkjing á Goodison Park. Nógv tykist at vera galið í storfelagnum, meðan hitt liðið í býnum vinnur dyst eftir dyst í Premier League. City er í løtuni tvey stig aftan fyri Liverpool, men hevur hendan dystin til góðar. 

Summir United-fjepparar ynskja eitt tap í kvøld, so at meistaraheitið ikki fellur í hendurnar á Liverpool. Hetta er helst størsta forðingin, sum er eftir hjá Guardiola og hansara monnum í royndini at endurvinna Premier League. United hevur harðliga tørv á stigum, um liðið skal gera sær vónir um Champions League fótbólt komandi ár, og leikararnir hava nógv at prógva.

Arsenal snávaði á heimavølli móti Crystal Palace leygardagin, og hetta var ein smeitur, tí annars hevði liðið nú verið á 4. plássinum. Tað er annars serliga á útivølli, at Arsenal hevur trupulleilkar, og í kvøld er talan um uppgávu á einum sera truplum útivølli.

Støðan í oddinum undan dystunum í kvøld:
1. Liverpool 88 stig (35 dystir)
2. Manchester City 86 stig (34 dystir)
3. Tottenham 70 stig (35 dystir)
4. Chelsea 67 stig (35 dystir)
5. Arsenal 66 stig (34 dystir)
6. Manchester United 64 stig (34 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder