Fótbóltur

VÍF vann í Havn í fyrstu finaluni

Kyndil var nær við at á ófatiligan hátt fáa vent dystinum; FM-finalan gjørdist dramatisk og spennandi ímóti endanum.

VÍF-leikararnir kundu fegnast, hóast tað gjørdist meira spenanndi enn neyðugt fyri teirra viðkomandi(Mynd: Sverri Egholm)

VÍF-leikararnir kundu fegnast, hóast tað gjørdist meira spenanndi enn neyðugt fyri teirra viðkomandi(Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-24 21:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

VÍF hevði fult tamarhald á støðuni í áleið 50 minuttir í fyrstu FM-finaluni. Men so skoraði Kyndil seks mál á rað, og var tætt við at gjøgnumføra eitt frálíkt comeback. VÍF vann tó uppiborið við tveimum avgerandi málum frá Liljuni Djurhuus, og hevur nú ein greiðan fyrimun.

Tað var lagt upp til sera spennandi uppgerð, tá Kyndil og VÍF brustu saman í Høllini á Hálsi í kvøld. Liðini spæla ofta sera tættar dystir, men útiliðið rann skjótt avstað. Við góðum spælið, við kynismu í skotunum, við einum sterkum og vælskipaðum verjuparti og við einum evni at revsa feilirnar hjá Kyndli, skapti VÍF sjógv millum liðini. Eina løtu var munurin átta mál (4-12), og tær í grønum høvdu gjøgnumgangandi trupulleikar við at skora. Tað kom eisini illa við, at strikuleikarin Beinta Bárðardóttir noyddist út við skaða í fótinum tíðliga. 

[object Object]
(Mynd; Sverri Egholm) 

Heimaliðið nærkaðist nakað stutt fyri hálvleik, men VIF dró aftur frá, og smáar tíggju minuttir inn í 2. hálvleik tykist alt avgjørt. Sterka baktetan hjá VÍF spældi frálíka væl, og leingi fekk verjan hildið Kyndli niðri. Men so broyttist nakað. Liljan Djurhuus fekk eina útvísing, Súna K. Hansen skoraði í tómt mál tvær ferðir á rað, og lítla løtu seinni skoraði Turið Arge Samuelsen tvær ferðir á rað, og so var javnleikur - frá 17-23 til 23-23 uppá fimm minuttir.

Myndir frá dystinum

Eftir seks mál á rað til heimaliðið tyktist VÍF skelkað, men so traðkaði Liljan í karakter, og Viviann Petersen, ið stóð ein sera góðan dyst, hevði eisini eina góða og umráðandi bjarging. Kyndil skoraði ikki aftur, og hevur nú eina risa uppgávu: Liðið skal vinna tvær ferðir í Vestmanna fyri at fáa FM í hús. Mentala styrkin hjá kyndilskvinnum var týðilig í kvøld, men VÍF hevur nú tveir dystarbóltar á heimavølli - tann fyrri er leygardagin klokkan 18.00. 


Fyrsta FM-finalan í SMS-deildini - 24.04 í Høllini á Hálsi

Kyndil - VÍF 23-26 (9-15)


Dystargongdin: 
10.min: 2-5
15.min: 3-8
20.min: 4-11
25.min: 7-13

35.min: 11-16
40.min: 12-20
45.min: 15-22
50.min: 17-23
55..min: 23-23

Toppskjúttar í dystinum: 

Liljan Djurhuus 8 mál, Turið Arge 7 mál, Durita C. Jojic 6 mál, Bára K. Hansen 6 mál

 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder