Fótbóltur

Manchester City stevnir ímóti enn einum meistaraheiti

City avgjørdi dystin á Old Trafford í seinna hálvleiki, og United fekk harvið ikki rætt arvafíggindanum eina hond. Arsenal er í trupulleikum.

Bernando Silva sendi City á sigurskós og meistarakós á Old Trafford(Mynd: EPA)

Bernando Silva sendi City á sigurskós og meistarakós á Old Trafford(Mynd: EPA)

2019-04-24 22:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt stórt og týdningarmikið fótbóltskvøld í Ongalandi er av; stórur spenningur var um grannauppgerðina í Manchester, har United kundi minka um møguleikan fyri meistaraheitinum hjá City og samstundis taka eitt stórt fet ímóti Champions League-fótbólti komandi ár. Heimaliðið spældi eisini ein góðan fyrra hálvleik, men City vísti klassan eftir steðgin og vann 11. sigurin á rað í Premier League og sló sítt egna met frá í fjør fyri mest skoraði mál í einum kappingarárið í fremst ensku deildini. Trupulleikarnir hjá Arsenal á útivølli hildu fram; Wolves vann sannførandi 3-1, og liðið hjá Unai Emery er á veg at blaka møguleikan fyri Champions League-plássi burtur.  

Øll eygu vóru vend ímóti Old Trafford. Liverpool-fjepparar hopaðu uppá ein sigur til Solskjær og hansara menn, tí so var fyrimunurin í oddastríðnum hjá Liverpool, nú so stutt er til kappingarenda. City hevði ikki ráð at missa stig, meðan United hevði tørv á stigum í topp-fýra stríðnum. Liðið skuldi eisini reisa seg eftir eyðmýkingina móti Everton sunnudagin, og í 1. hálvleiki sá tað rímiliga gott út. Liðið var væl skipað, og gav ikki nógv burtur; hóast City hevði bóltin væl meira. United skapti eisini nakrar fínar støður, meðan besta møguleikan fyri stegðin hevði Raheem Sterling eftir gott City-uppspæl. 

Fimm minuttir inn í 2. hálvleik varð Fernandinho skiftur út, Bernardo Silva varð fluttur inn meira sentralt, og Leroy Sané var á kantinum. Hetta gav úrslit; fáar minuttir seinni trekti Silva inn í brotsteigin. United-verjan var heldur passiv, og potugisin slapp inn til sítt vinstra bein og legði City á odda. Hann hevur verið frálíkur so at siga alt árið. Heimaliðið royndi at svara aftur, men liðið hjá Guardiola spældi væl og klókt, og miðskeiðis í hálvleikinum blakaði United bóltin burtur og útiliðið og Sané revsaði skjótt. De Gea burdi havt gjørt tað betri í støðuni, og hetta var mønustingurin hjá United. 

City stenvir nú ímóti meistaraheitinum annað árið á rað. Liðini ið stríðast um tað hava bæði tríggar dystir eftir og eru stórfavorittar í øllum teimum. Liverpool leggur seg allarhelst á odda aftur fríggjakvøldið, tá Huddersfield kemur á vitjan. Teir ljósabláu vitja hjá Burnley sunnudagin, ið hevur víst góðan form í seinastuni. United kann veruliga bjoða Chelsea av um 4. plássi, tá liðið hjá Sarri vitjar sunnudagin. Arsenal skal uppá hestin aftur eftir tveir lemjandi ósigrar á rað, og er framvegis við í stríðnum.

Wolves - Arsenal 3-1 (3-0)
1-0 Rubern Neves
2-0 Matt Doherty
3-0 Diogo Jota
3-1 Sokratis

Manchester United - Manchester City 0-2 (0-0)
0-1 Bernardo Silva
0-2 Leroy Sané

Støðan í oddinum undan dystunum í kvøld: 

1. Manchester City 89 stig
2. Liverpool 88 stig 
3. Tottenham 70 stig 
4. Chelsea 67 stig 
5. Arsenal 66 stig 
6. Manchester United 64 stig

Øll liðini hava leikt 35 dystir 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder