
Føroysku bogaskjúttarnir hava av álvara gjørt bart á Oyggjaleikunum, og aftur í dag eru heiðursmerki komin til høldar.
Føroyar gjørdu ikki mætari enn at vinna báðar liðkappingarnar.
Í compound var eingin ivi í finaluni: Føroyar vunnu 215-195 móti Jersey. Í hálvfinaluni var eitt tætt stríð móti Guernsey. Fyri Føroyar skutu Anja Eydnudóttir, Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen - øll hava eisini gjørt vart við seg sum einstaklingar.
Sigurin merkti nógv fyri skjúttarnar og eisini fyri samlaðu støðuna, tí Føroyar kappast við júst Jersey í samanløgdu støðuni, har "bert" gullini telja. Trý gull eru niður til Jersey, ið annars hevur eitt fleiri heiðursmerki samanlagt.
Sí samlðau oyggjaleikastøðuna her
Í finaluni í hinari greinini innan bogaskjóting, recurve, var størri spenningur. Neyðugt varð við sonevndari "shoot-off" - umskjóting. Har helt Bárður Magnusson høvdið kalt og tryggjaði Føroyum sigurin. Harvið vunnu hann, Hans Petur Højgaard og Tóra Dinna Reynskor gull fyri Føroyar
Niðanfyri sæst filmsbrot, sum Bogaskjótisambandið legði á Facebook av løtuni, tá ið Bárður Magnusson tryggjaði føroyska liðnum gullmerkií recurve eftir umskjóting móti Guernsey.
Til ber at síggja løtuna niðast á hesari síðuni hjá FM1
Bogaskjúttarnir hava nú vunnið samanlagt níggju gullmerki á Oyggjaleikunum. Hetta er ein triðingur av øllum gullunum hjá Føroyum higartil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald