
- Teir skulu hava ein møguleika, og so skora teir. Tað vísa teir aftur í dag.
Hetta sigur ein heldur syrgin men bersøgin Samuel Johansen Chukwudi um tað, at KÍ hevur spælarar sum Árna Frederiksberg og Páll Klettskarð, ið á degnum gjørdist avgerandi.
- Vit eru nervøsir....tað riggar øðiliga væl hjá teimum og yvirhøvur ikki hjá okkum. Tað er lítil munur á liðnum...men allíkavæl stórur.
Sum heild er KÍ bara meira kyniskt og spælir dystin klókari enn vit, heldur Samuel Johansen Chukwudi, sum ikki hugsaði so nógv um at hann spældi móti KÍ
22-ára gamli havnarmaðurin í miðverjuni hjá SJK Seinajoki sigur annars, at SJK var betri í 2. hálvleiki í Finnlandi, men at hetta ikki er nóg mikið.
- Nú síggja vit, hvat skal til í Evropa. Vit er ikki nóg kyniskir. Vit skulu taka við læru av hesum og hugsavna okkum um oddastríðið í Finnlandi.
Hetta heldur fram um vikuskifti. Tað fer evropeiska ævintýrið hjá SJK ikki. Samuel Chukwudi heldur tó, at KÍ kann basa serbiskari mótstøðu í næsta umfarið.
- KÍ hava seinastu árini víst, at teir kunnu fella eitt og hvørt lið. Har eru nógvar dygdir á liðnum, so síggi væl fyri mær, at KÍ kann koma víðari móti serbiskari mótstøðu eisini.
UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
KÍ - SJK 2-0 (0-0) - samanlagt 4-1
61' Árni Frederiksberg (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
73' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0
Sí eisini: KÍ og Árni gjørdu tað aftur
Fekk gávu frá KÍ-fjepparanum
Samuel fer tó ikki heilt tómhentir úr Klaksvík. Føroyski verjuskansin, sum spældi væl í kvøld, fær sambært Norðlýsinum takkargávu.
Tá KÍ fjeppararnir vitjaðu í Finlandi til dystin móti SJK Saunajoki í seinastu viku, fingu teir vitjan av Samuel, sum gav sær tíð at greiða frá um hansara lið og býin Saunajoki. Fjeppararnir vóru allir sera fegnir um hesa løtuna og sum takk afturfyri lovaðu vit at hann skuldi fáa eina gávu, sigur Fríðin Ziskason við Norðlýsið.
Samuel Chukwudi er uppvaksin í HB. Hann sigur við Poralin, at hann er ógvuliga takksamur fyri tjógvið úr Haraldssundi, gávukort frá Føroya Bjór, rullupylsu úr Vestmanna og tiltiknu KÍ rabarburnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald