
Dagført: 12.21 Føroysku badmintonleikararnir eru í øllum fimm finalunum á síðsta kappingardegi á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
Finalurnar í einmansleiki byrjaðu klokkan 10.00. Tað endaði við, at Rúni Øster, vann 2-1 á grønlendska Toke Ketwa-Driefer.
Les meira: Rúni Øster vann gullið eftir gysara
Miriam í Grótinum, 21 ár, roydi seg ímóti grønlendsku Saru Lindskov, 31 ár. Sara er veruliga drotningin av badminton í Grønlandi, stóð í tekstinum hjá Badmintonssambandi Føroya, men Miriam hevur eisini sterkar altjóða royndir og liggur omanfyri Saru á BWF-rankinglistanum. Tað endaði eisini við, at føroyska kvinnan var greitt omaná.
Les eisini: Enn eitt føroyskt gull: Miriam feldi grønlendsku drotningina
Í blandaðum tvímansleiki verður tað rein føroysk finala. Rúni Øster og Miriam í Grótinum møta Magnusi Dal-Christiansen og Sannu Thorkildshøj. Tað merkir, at bæði gull og silvur eru tryggjað Føroyum.
Mynd: Badmintonssamband Føroya
Í tvímansleiki við monnum spæla Rúni og Magnus ímóti Guernsey, og í tvíkvinnuleiki eru tað Miriam og Bjarnhild í Buð Justinussen, sum møta Isle of Man.
Til ber at síggja finalurnar ovast ella her
-----------------------------------------------
Finalurnar eru annars at síggja á einari av hesum stroymingunum:
- Court 1 – Watch on YouTube
- Court 2 – Watch on YouTube
- Court 3 – Watch on YouTube
- Court 4 – Watch on YouTube
- Court 5 – Watch on YouTube
- Court 6 – Watch on YouTube
Sí eisini:
Føroyar á odda við trimum heiðursmerkjum undan seinasta kappingardegnum
Skráin hjá føroysku ítróttafólkunum fríggjadagin 18. juli
Tekstur: Rói Joensen (FM1)/Agnar Prestá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald