
Tað var sum so ikki nakar ivi, tá tvímansleikir hjá fyrst monnum og síðani kvinnum í badminton vóru í dag: Føroyar vóru bara bæl betri í báðum.
Fyrst vunnu Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen greitt á pari av Guernsey. Havnarmenninir vóru bara sterkari: Settmunurin var 21-11 og 21-12.
Rúni og Magnus - her til FM (Mynd: Jens Kr. Vang)
Talan var um annað gullið hjá Rúna Øster í dag - sí eisini: Rúni Øster vann gullið eftir gysara
Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum vunnu eisini 2-0. Mótstøðukvinnurnar av Man fingu tólv stig í fyrsta setti, men í øðrum setti varð bert talan um helmingin av tí. Bjarnhild og Miriam hava spælt nógv saman og hava nógva styrki - hetta var týðiligt eftir 21-6 og oyggjaleikagull.
Talan var um annað gullið hjá Miriam í Grótinum í dag - sí eisini: Enn eitt føroyskt gull: Miriam feldi grønlendsku drotningina
Føroyar hava harvið vunnið allar fyra finalurnar í dag.
Í løtuni er tann fimta í gongd. Tað er blandaður tvímansleikur. Har spælir eitt føroyskt par móti einum føroyskum pari - Miriam og Rúni fara saman eftir teirra triðja gullið í dag og eru í løtuni framanfyri móti Sannu Torkildshøj og Magnus Dal-Christiansen. Umframt hetta er føroyskt dómarapar eisini.
Sí stroymingina her - ella niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald