Hondbóltur

Avgerðin um FM kann falla hjá bæði kvinnum og monnum í kvøld

H71 og Neistin hittast til fimtu og avgerandi finaluna í Hoyvík; áðrenn tað kunnu vestmannakvinnur tryggja sær FM við javnleiki ella sigri í Vestmanna.

H71 basti Neistan 2. Páskadag, og syrgdi harvið fyri at ein fimta finala skal spælast í kvøld(Mynd: Sverri Egholm)

H71 basti Neistan 2. Páskadag, og syrgdi harvið fyri at ein fimta finala skal spælast í kvøld(Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-27 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er ein stórur FM dagur hjá nógvum ítrottargreinum, og í hondbólti verður í øllum førum ein FM-vinnari funnin. Hjá monnum spæla H71 og Neistin avgerandi finaluna; eftir langt stríð skulu liðini spæla fyri seinastu ferð í ár. Hjá kvinnum hevur VÍF sett seg í eina sera góða støðu við sigrinum í Høllini á Hálsi mikudagin og kann vinna FM annað árið á rað í kvøld.

Neistin vann fyrstu FM-finaluna í Hoyvík, H71 vann finalu nummar tvey, sum var í Høllini á Hálsi, síðani var landsliðssteðgur, áðrenn teir bláu úr Havn vunnu í Hoyvíkshøllini skírisdag. Sostatt kundi Neistin avgera FM-finalurnar 2. Páskadag, men fyri fjórðu ferð útav fýra møguleikum vann útiliðið. H71 avgjørdi dystin í 2. hálvleiki, og nú er lagt upp til stórt FM-brak í kvøld.

FM-vónin hjá H71 livir enn

Tað er ógvuliga torført at siga, hvør er favorittur; H71 hevur heimavøllin, og sigurin frá mándegnum er frískur í minninum. Peter Krogh varð plágaður av sjúku mánadagin, men hann er helst betri fyri í dag, og Hilmar Leon Jakobsen, ið hevur verið sera eyðsýndur í sigrunum, fær helst eisini ein avgerandi leiklut. Neistin skal finna eina loysn, um Rasmus Søby verður skuggaður eina væl sum seinast, og um hoyvíkingar verja so gott sum í 2. hálvleiki mándagin. Bæði liðini hava nógvar streingir at spæla uppá, og lagt er upp til ógvuliga spennandi finalu í Hoyvík.

[object Object]
(VÍF og Kyndil bresta saman aftur í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil var nær við at fremja eitt ótrúligt comeback mikukvøldið, tá tær grønu úr Havn vendu 17-23 til 23-23 uppá fimm minuttir. VÍF fekk tó koyrt sigurin heim og er stórfavorittur at taka FM-heitið. Um tað endar javnt í dag, ella um VÍF vinnur aftur, so verður FM verandi í Vestmanna. Kyndil skal royna at fáa steðga baktetuni hjá vestmannakvinnum og fáa eina betri byrjan enn í fyrstu finaluna. Um kyndilskvinnur megna at vinna í dag, so skal ein triðja finala til fyri at avgera FM

17.00: 2. FM finalan hjá kvinnum Kyndil - VÍF
20.00: 5. FM finalan hjá monnum H71 - Neistin

Vit hava myndir og samandrátt frá báðum finalunum. Kringvarpið stroymir finalurnar á heimasíðu sínari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder