Fótbóltur

Stórdystur á Camp Nou í kvøld

Fyrra hálvfinalan millum Barcelona og Liverpool kann gerast ógvuliga áhugaverd.

Salah og Liverpool skulu royna at gera tað, sum United ikki megnaði: At koppa Barcelona (Mynd: EPA)

Salah og Liverpool skulu royna at gera tað, sum United ikki megnaði: At koppa Barcelona (Mynd: EPA)

2019-05-01 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tvey stórfeløg við stoltari søgu í heimligu kappingini og í evropeiskum fótbólti, ið hittast til hálvfinalu í Katelónia í kvøld. Liverpool sat á Europa Cup fyri meistaralið í seinnu helvt av 70'árunum og fyrru helvt av 80'árunum, og í 2005 vann liðið kappingina undir navninum Champions League. Sìðani tá hevur Bacelona vunnið kappingina fýra ferðir, og afturat sigrinum í 1992 kemur talið av Champiosn League-heitum uppá fimm; tað sama sum hjá Liverpool.

Barcelona tryggjaði sær spanska meistaraheiti í vikuskiftinum;  tað hevur liðið vunnið sannførandi. Liverpool hevur heili 91 stig, men er eitt stig aftanfyri City, við  gamla Barcelona leikaranum og venjaranum á odda, i Premier League, nú tvey umfør eru eftir. Harvið er talan um tvey sera sterk lið sum hittast í kvøld og síðani týskvøldið á Anfield. Vinnarin av hesum uppgerðunum er favorittur í finaluni.

Suarez og Coutinho spæla ímóti sínum gamla felagið; felagnum ið suðuramerikonsku leikararnir vóru so nær við at vinna meistaraheitið við í 2014. Teir vóru seldir fyri eina rúgvu av peningini, og hóast Barcelona situr á La Liga, so "manglar" tann heilt stóra viðgongdin í Evropa. Hetta er fyrstu ferð, at Barcelona er í hálvfinaluni síðani 2015 - tá vann liðið eisini kappingina. 

Liverpool spældi seg í finaluna í fjør, har Real Madrid var ein ov stórur biti. Nú er tað arvafíggindin hjá høvuðstaðarfelagnum í Spania, sum skal royna at forða Klopp og hansara monnum. Tað veðrur spenanndi, tað verður inntenst, og tað verður áhugavert at síggja, um Messi kann føra hansara lið til finaluna aftur. Einki verður avgjørt í kvøld, men liðini vilja hava so gott útgangspunkt sum møguligt, og meira er uppá spæl hjá Barcelona, ið skal gagnýta heimavøllin, áðrenn leiðin gongur til Anfield.

Fyrra hálvfinalan - Camp Nou, Barcelona
20.00: Barcelona - Liverpool  (TV3 +/Viaplay) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder