placeholder
Hondbóltur

Her eru listin yvir toppskjúttar í hondbólti

Marianna Geirsdóttir Eystberg skeyt flest mál í SMS-deildini; hjá monnum varð Filip Jojic toppskjútti sjeynda árið á rað.

Marrianna, ið her verður fangað av foreldrunum eftir at FM-heitið kom í hús, skeyt 149 mál fyri Kyndil (Mynd: Sverri Egholm)

Marrianna, ið her verður fangað av foreldrunum eftir at FM-heitið kom í hús, skeyt 149 mál fyri Kyndil (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-01 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landskappingarnar í hondbólti komu at enda í vikuskiftinum. Tað var øðiligur spenningur í báðum kappingunum, har tað endaði við, at H71 vann Okkara-deildina, og Kyndil fór avstað við gullinum hjá kvinnum

Sí eisini: 
Myndir: VÍF - Kyndil (triðja finalan)
Myndir frá grøna fagnaðinum og steypahandanini í Vestmanna
Myndir: H71-Neistin (fimta finalan)
Myndir: Hoyvikingar fegnast og fáa steyp

Nú kappingin er liðug ber til at gera upp, hvat m.a málskjúttum viðvíkur. Ásbjørn Nielsen Nattstad hevur dagført samlaða yvirlitið. 

[object Object]
(Filip var aftur mest skorandi leikari í mansdeildini - Mynd: Jens Kr.Vang)

Filip Jojic hevur verið í føroyskum hondbólti í átta kappingaraár, og øll hesi árini hevur bakkurin verið toppskjútti. Í ár skoraði hann 184 mál í Okkara-deildini; Hans Eli Sigurbjørnsson var bert fýra mál aftanfyri.

Topp 10: 

NavnEftirnavnLiðMálMál uppá brotskøst
FilipJojicVÍF18541
Hans EliSigurbjørnssonKÍF18029
HøgniZachariassenNeistin14060
RasmusSøbyNeistin1183
PeterKroghH7111623
Sámalá Tjaldrafløtti OlsenTeam Klaksvík11619
ChristofferMadsenTeam Klaksvík1058
BorkoCuparaKÍF963
TróndurJónsson KragesteenNeistin952
VilhelmPoulsenH71911

(Kelda: jn.fo) 
Sí allar málskjúttarnar í Okkara-deildini her

Hjá Kyndli var tað sera umráðandi, at fáa Marionnu G. Eystberg við aftur; bakspælarin var ikki við fyrstu dystirnar vegna fjakking. Hon gjørdi bart við at skora flest mál í SMS-deildini, og liðið endaði við at vinna FM

Topp 10: 

NavnEftirnavnLiðMálMál uppá brotskøst
MariannaGeirsdóttir EystbergKyndil14940
DuritaChristophersen JojicVÍF13714
MariaHalsdóttir WeyheH7113538
AgnasOlsenVÍF13021
LiljanDjurhuusVÍF12811
BáraKrossteig HansenKyndil11023
MaritaMortensenH711098
TóraEliasenStjørnan1011
SúnaKrossteig HansenKyndil999
Mina NaomiLava SirdalStjørnan9911

(Kelda: jn.fo) 
Sí allar málskjúttarnar í SMS-deildini her

Til ber eisini til at síggja Fair Play Lista og yvirlit yvir brotskøst á heimasíðuni hjá JN. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder