Annað

Torkil dragnar meira í Yorkshire

Men dagur 2 gekk eftir vild fyri Riwal-liðið.

Rick Zabel var tann skjótasti í Yorkshire í dag

Rick Zabel var tann skjótasti í Yorkshire í dag

2019-05-03 21:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Annar dagur í súkklukappingini Tour de Yorkshire kom at líkjast nakað hinum fyrsta fyri føroyska súkklaran, Torkil Veyhe, sum súkklar fyri danska súkkluliðið Riwal Readynez.

Teinurin var nakað styttri í dag, og tað regnaði ikki so illa sum í gjár. Og eftir at nakrir súkklarir høvdu súkklað framman fyri hinar, endaði alt í einum hópspurti, har týskarin Rick Zabel, sonur meistaran Eric Zabel vann spurtin.

Fyri danska felagið gjørdist dagurin góður, tí Andreas Stockbro megnaði at spurta seg inn á eitt sætta pláss, sum verður mett at vera eitt gott úrslit.

Og teir súkklararnir á liðnum, sum halda seg framat at gera seg galdandi í samlaðu støðuni, komu allir samlaðir á mál, og mistu onga tíð í dag.

Burtursæð frá Torkili Veyhe, sum heldur ikki í dag megnaði at fylgja við móti endanum, tók sær av løttum tá hinir fóru undir spurtin og kom inn sum nummar 117, 1 minutt og 52 sekund eftir vinnaran.

Samlað er Torkil nú langt aftanfyri. Hann liggur nummar 117 av 122 súkklarum, 8 minuttir og 46 sekund eftir vinnaran á fyrsta teini, niðurlendingin Jesper Asselmann, sum framvegis liggur fremst, eitt sekund framman fyri vinnaran í dag.

Í morgin verða nógv fleiri brekkur á teininum. Teir skulu súkkla 132 kilometrar millum Bridlington og Scarborough.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder