Fótbóltur

Munurin kann gerast størri

Eftir dagsins dystir kann munurin millum ovaru og niðari liðini vera greiðari - týðandi dystur í oddastríðnum er á Skála.

Í fjør vunnu klaksvíkingar 2-0 á Argjum, og í dag er kravið til oddaliðið trý stig móti botnliðnum AB(Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør vunnu klaksvíkingar 2-0 á Argjum, og í dag er kravið til oddaliðið trý stig móti botnliðnum AB(Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-05 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðin gongur skjótt, og nú er komið inn í mai mánað og fram til 8. umfar í Betrideildini hjá monnum. Tað er fult umfar í í dag, og allir dystirnir byrja klokkan 15.00: 

EB/Streymur – HB

Skála – Víkingur
B36 – ÍF
AB – KÍ
TB – NSÍ

Støðan undan 8. umfari: 
1. KÍ (17 stig) 
2. Skála (15 stig) 
3. Víkingur (13 stig)
4. NSÍ (13 stig)
5. B36 (12 stig) 
6. HB (9 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (6 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) 

Í oddinum er eingin ivi um, at dysturin á Skála hevur nógv at siga. Um ein vinnari verður funnin har, so verður tað fyribils fremsti avbjóðari hjá KÍ. Oddaliðið kann trekkja frá einum ella báðum liðunum, um úrslitini háttað seg hjá klaksvíkingum í dag. Liðini rundanum Skála og Víking á stigatalvuni eru øll favorittar í dag.

Víkingur hevur vunnið seinastu tríggar ferðirnar í Betrideildini. Liðið er framvegis uttan Adeshina Lawal og Andreas Lava Olsen. Hjá Skála manglar vanliga miðverjan: Jákup Jakobsen og Fróði Benjaminsen. Liðið hevur bert latið trý mál inn í ár, so hetta er ein smeitur. Edvin Jakobsen og Søren B. Nielsen eru framvegis úti við skaðum. Skála hevur havt eitt sera gott kappingarár higartil og vann í Gundadali móti HB seinast. Víkingur hevur tó sera gott tak á Skála, og lagt er upp til spennandi dyst. 

Á Argjum er tað toppur ímóti botni. Oddaliðið KÍ er flúgvandi í løtuni, meðan AB bert hevur fingið stig einaferð í ár. Heimaliðið er í dag uttan leikarar sum Heðin Stenberg, Leivur Holm Joensen, Bárður Olsen, Jobin Drangastein og Rógva Poulsen. Aðrir eru eisini úti, og KÍ er stórur favorittur at fáa tey trý stigini Inni í Vika og kann møguliga økja um munin i oddinum í dag. 

TB fekk ein ordans sekk í Klaksví0 seinasta sunnudag, og við fjórðingsfinaluni á Skála eina lítla viku framanundan er málmunurin seinastu tveir dystirnar 1-12. Hópurin er smalur, og nú er liðformaðurin Poul Ingason úti í longri tíð við brotnum armi. Á heimavøll kunnu tvørámenn tó geva øllum ein skarpan gang, og NSÍ hevur ikki vunnið nakran útidyst í ár. Runavíkingar eru sterkari á pappírinum, og skulu royna at halda fram at gera seg galdandi í oddinum.

Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim fingu eina góða byrjan mánakvøldið, tá ÍF fekk sín fyrsta sigur í ár. Í dag er uppgávan munandi truplari, og seinastu árini hevur B36 verið ógvuliga sannførandi móti júst ÍF. Jákup á Borg og hansara menn skulu hava stig á kontoina aftur eftir tríggar ósigrar á rað, og dystarskráin hjá ártalsfelagnum komandi vikurnar er góð, umframt at leikarir eru á veg aftur frá skaðum.

HB hevur ymiskar trupulleikar í ár, og skal nú reisa seg eftir tapið á Skála. Ein sigur á EB/Streymi í Hólmanum er eitt krav, um føroyameistararnir skulu blanda seg í oddastríðið. EB/Streymur kom niður á jørðina móti ÍF eftir tveir góðar sigrar, og skal nú royna at loypa hvøkk á Heimir Guðjónsson og hansara menn. Tað er tó talan um eitt heldur skert EB/Streyma lið í dag, har millum annað liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen manglar. 

Vit dagføra frá teimum fimm dystunum á forsíðu okkara og taka samanum, eftir at dystirnir eru loknir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder