Fótbóltur

Fýra greiðir favorittsigrar

Topp-fimm liðini seinastu fýra árini vunnu øll í 8.umfari. Kappingin er nú farin í tvíningar.

KÍ og HB vunnu tryggar útisigrar seinnapartin og hittast mikukvøldið til fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. Patrik Johannesen gjørdist tvífaldur málskjútti á Argjum (Savnsmynd/ Jens Kr. Vang)

KÍ og HB vunnu tryggar útisigrar seinnapartin og hittast mikukvøldið til fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. Patrik Johannesen gjørdist tvífaldur málskjútti á Argjum (Savnsmynd/ Jens Kr. Vang)

2019-05-05 19:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks lið eru í kappingini um FM og Evropa, og fýra lið eru í stríðnum at sleppa undan niðurflyting. Soleiðis sær Betrideildini út, eftir at 8. umfar er leikt í dag. Hetta er ikki óvæntað, og komandi umførini fara at vísa, um tað fer at slitna meira í hvør sínum parti av stigatalvuni, ella um tað fer at gerast uppaftur meira spennandi um ymiski plássini

Skála var einastu av ovastu seks liðunum, ið ikki vann í dag. Tapið kom í dysti móti nummar trý, Víkingi, ið hevði vunnið tríggjar dystir á rað undan uppgerðini í dag, sum var ímóti liðnum á 2. plássi. Víkingur vann í málríkum dysti á Skála. Les meira um dystin her

Myndir: Skála-Víkingur 

Á Argjum royndi eitt skert AB-lið at standa ímóti oddaliðnum. Hetta eydnaðist fyrsta stóra hálva tíman, men so sló Boris Dosljak til. Deni Pavlovic rakti løtu seinni stongina, og tað var harvið 0-1 í hálvleikinum og dysturin livdi enn. Men fyrstu fimm minuttirnar av 2. hálvleiki drap Patrik Johannesen dystin. Tvørámaðurin skoraði sítt fyrsta mál fyri Kí í Betrideildini við brotsparki móti barndómsfelagnum; framanundan hevði hann fingið fýra í steypakappingini móti Undrinum. Í dag kryddaði hann sítt góða spæl við tveimum málum móti sínum gamla felagið, og síðani koyrdu klaksvíkingar sigurin heim og høvdu góðar møguleikar at økja. Jóannes Bjartalíð og Deni vórðu spardir, og innskifti Steinbjørn Olsen setti krúnuna á verkið í yvirtíðini og skoraði harvið eins og í fjør á Argjum. KÍ hevur vunnið seks á rað í Betrideilini, er ósigrað, hevur skorað 23 ferðir, og er flúgvandi.

Tað leikaði javnt á fyrstu løtuna í Trongisvági, har TB skuldi reisa seg eftir tvey stórtap norðanfyri. Heimaliðið hevði nakrar góðar møguleikar í 1. hálvleiki, men tað var NSÍ, ið sló til tvær ferðir. Petur Knudsen, ið er komin fyri seg eftir skaða, umsetti brotsspark til mál stutt fyri at hálvur tími var leiktur, og nakrar minuttir seinni sendi hann fríspark inn á pannuna á Klæminti Olsen, og so var 2-0. Júst Klæmint staðfesti sigurin tíggju minuttir inn í 2. hálvleiki, og NSÍ fekk sín triðja sigur á rað, og er komið uppá 2. pláss. TB fekk eina góða byrjan men hevur nú tapt tríggjar á rað í Betrideildini.

B36 reisti seg eftir trý tap móti liðum, ið liggja omanfyri ártalsfelagið (KÍ, Víking og NSÍ) Tvey mál frá Lukasz Cieslewicz koppaði tað til fyrimuns fyri heimaliðið í Gundadali, tá ÍF var á vitjan. Í samband við 1-0 málið endaði bólturin hjá Lukazi, ið takkaði fyri og 2-0 málið fyri tíman, ið so at siga avgjørdi dystin, kom eftir gott uppspæl hjá B36. Hetta avgjørdi so at siga dystin. Í yvirtíðini skoraði hin póllendingurin hjá B36, ið var innskiftur, til 3-0. ÍF stríddist annars væl við undir nýggja venjaraparinum, og Jan Ellingsgaard hevði ein góðan møguleika at javna tíðliga í 2. hálvleiki, men stútarin hjá liðformanninum fór stutt framvið. B36 er nú javnt í stigum við Skála, ið er á 4. plássi. 

Tað var nógv trýst á HB í dag. Ein sigur á Eiði var eitt krav, um Heimir og hansara menn skuldu fylgja við liðnum omanfyri. Tað var ein heldur linligur fyrri hálvleikur, og HB fekk ikki ordliga lagt trýst á EB/Streym. Adrian Justinussen fekk hol á beint eftir tíman, tá ársins leikari í fjør smekkaði bóltin uppum Róa Zachariassen. Fimm minuttir seinni gjørdi Árni G. Olsen sjálvmál, og so vóru tey trý stigni á veg til Havnar. Millum hesi málini hevði heimaliðið tó ein risa duppultmøguleika. HB var tó meira effektivt, og Sìmun Samuelsen stafesti sigurin, eftir at dysturin var dovnaður. HB er nú spakuliga á røttu kós.   


8.umfar: 

EB/Streymur – HB 0-3 (0-0)
62' Adrian Rúnasson Justinussen 0-1
68' Sjálvmál 0-2
83' Símun Samuelsen 0-3

Skála – Víkingur 2-3 (0-1)
43' Heðin Hansen 0-1
52' Teitur Reinert Joensen 1-1
60' Heðin Hansen 1-2
63' Dion Splidt 1-3
90' Ronni Møller-Iversen 2-3

B36 – ÍF 3-0 (1-0)
25' Lukas Cieslewicz 1-0
59' Lukas Cieslewicz 2-0
90' Michal Przybylski 3-0

AB – KÍ 0-4 (0-1)
34' Boris Dosljak 0-1 
47' Patrik Johannesen 0-2
49' Patrik Johannesen 0-3
90' Steinbjørn Olsen 0-4

TB – NSÍ 0-3 (0-2)
27' Petur Knudsen (br) 0-1
35' Klæmint Andrasson Olsen 0-2 
56' Klæmint Andrasson Olsen 0-3


Støðan eftir 8. umfar: 
1. KÍ (20 stig) 
2. NSÍ (16 stig)
3. Víkingur (16 stig)
4. Skála (15 stig) 
5. B36 (15 stig) 
6. HB (12 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (6 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig) 

Komandi umfar, 9. umfar, verður leikt næsta sunnudag og mánadag:

912.05.19 ÍFHB-
912.05.19 NSÍAB-
912.05.19 B36TB-
913.05.19 SKÁLA-
913.05.19 VíkingurEB/Streymur-

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder