Fótbóltur

Víkingur sló til á Skála

Fimm mál komu, og Skála misnýtti brotspark, tá Víkingur kom framum teir appelsinlittu á stigtalvuni..

Heðin Hansen skoraði tvey av málunum hjá Víkingi í dag

Heðin Hansen skoraði tvey av málunum hjá Víkingi í dag

2019-05-05 19:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miðvallarar stóðu fyri málunum hjá Víkingi, ið annan dystin á rað var uttan bæði Adeshina Lawal (skaða) og Andreas Lava Olsen (arbeiðsørindir). Hjá Skála var sterka miðverjan burtur vegna leikbann og arbeiðsørindi, og hetta kostaði í dag, har útiliðið vísti effektivitet. Heðin Hansen gjørdist tvífaldur málskjútti, tá Víkingur fór avstað við øllum, og er nú eitt stig framanfyri dagsins mótstøðulið.

[object Object]

(Adeshina Lawal kundi fegnast frá áskoðaraplássunum í dag - Mynd: Sverri Egholm) 

Skála byrjaði dystin betri, og hevði millum annað fleiri hornaspørk, har eitt burdi givið mál, men Jákup Johansen fekk ikki høvdið á bóltin í málteiginum. Eftir at skálamenn høvdu sitið á bóltinum og spælinum fyrstu løtuna, kom Víkingur betri við, hóast tað var ein smeitur, at Atli Gregersen noyddist út tíðliga. Beint fyri hálvleik kom útiliðið á odda, tá Heðin Hansen beindi bóltin í málið eftir hornaspark úr vinstru. 

Myndir frá dystinum

Tíðliga í 2. hálvleiki javnaði Skála eftir eitt hornaspark úr sama horni, men skjótt eftir hetta svaraði Heðin aftur, tá miðvallarin smekkaði ein leysan bólt í málið aftanfyri Karstin Hansen. Tríggar minuttir eftir 2-1 málið varð Gunnar Vatnhamar sendur avstað í dýbdina, og hann legði uppá tvørs til Dion Splidt, ið takkaði fyri.

Skála var uttan vanligu miðverjuna við Jákupi Jakobsen og Fróða Benjaminsen, og tað gjørdist dýrt; Víkingur fekk trý mál uttan Lawal og Lava og harvið varð talið av málum ígjøgnum hjá skálamonnum í ár tvífaldað uppá tjúgu minuttir. Pætur Dam Jacobsen og Teitur R. Joensen mannaðu miðverjuna hjá heimaliðnum, og hóast talan er um sterkar og royndar leikarar, so hekk tað ikki eins vøl saman sum í øðrum dystum í ár í verjupartinum hjá Skála. Teitur skoraði, men Pætur var saknaður á miðvøllinum

[object Object]
(Liðini stríddist hart um stigini í dag - Mynd: Sverri Egholm)

Í yvirtíðini minkaði Ronni Møller Iversen um munin. Hetta var nakrar minuttir eftir, at Elias Rasmussen hevði bjargað brotssparki frá júst dananum, ið síðani onkursvegna skeyt uppum, tá bólturin kom útaftur til hann. Skála tapti annan heimadystin á rað í Betrideildini, og skal hósvkøldið royna at løna liðnum hjá Sámal Erik Hentze aftur, tá Víkingur kemur at vitja í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Liðið úr Eystukommunu hevur fingið tingini at hanga væl saman seinastu tíðina og er væl við í oddastríðnum. Liðið hjá Eyðun Klakstein er framvegis væl við, men hetta var ein strika í rokningini.

8. umfar í Betrideildini - 05.05 Undir Mýruhjalla
Skála – Víkingur 2-3 (0-1)
43' Heðin Hansen 0-1
52' Teitur Reinert Joensen 1-1
60' Heðin Hansen 1-2
63' Dion Splidt 1-3
90' Ronni Møller-Iversen 2-3

Skála (4-2-3-1) Karstin Hansen - Ari Olsen, Pætur Dam Jacobsen (L), Teitur R. Joensen, Niels Pauli Danielsen - Haraldur Reinert Højgaard (Djóni Jansson Petersen), Janus Svabo Samuelsen (Ólavur Mikkelsen) - Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Dávid Johansen) - Jákup Johansen

Víkingur (4-2-3-1) Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen (L) *, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen - Dion Splidt, Sølvi Vatnhamar, Arnbjørn Svensson (Jákup Vatnhamar Olsen) - Filip Djordjevic

*Atli noyddist út við skaða í 23.minutti. Gert Hansen kom inn í miðverjuna, men noyddist sjálvur út við skaða tíðliga í 2. hálvleiki. Hann varð avloystur av Bergi Gregersen.

Yvirlitið yvir umfarið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder