Annað

Klaksvíkar Talvfelag tók steypasigurin

Vann árligu steypakappingina við øgiligum endaspurti.

2019-05-07 08:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin varð steypakappingin 2019 telvað í Klaksvík. 40 telvarar, úr fimm feløgum luttóku við tilsamans seks liðum.

Undirtøkan var nakað lakari enn undanfarnu árini, tá ið fleiri lið hava verið við, men tað gjørdi ikki kappingina minni spennandi, tí spenningurin helt sær til seinasta leik.

Havnar Telvingarfelag, ið vann kappingina í fjør, hevði ikki sterkasta liðið við. Tó lógu teir væl fremstir, tá ið trý umfør vóru eftir, men so steðgaðu teir fullkomuliga upp. Sandavágs Talvfelag, ið gjørdist nr. 2 í fjør, vantaði eisini onkran telvara, men var eisini væl við allatíðina.
Klaksvíkar Talvfelag luttók við tveimum liðum, og høvdu teir flestu av sínum bestu telvarum við.

[object Object]

Hvørt liðið varð mannað við seks telvarum, og loyvt er eisini at hava útskiftarar, soleiðis at somu telvarar ikki nýtast at telva øll umførini. Kappingin varð skipað soleiðis, at øll liðini møttust tvær ferðir, tvs. 10 umfør íalt.

Tá ið kappingin var hálvrunnin, og øll liðini høvdu telvað móti hvør øðrum eina ferð, lá Havnar Telvingarfelag fremst við 23,5 stigum, Sandavágs Talvfelag hevði 21 stig, meðan Klaksvíkar Talvfelag 1 hevði 18,5 stig.

Í seinnu hálvu tóku klaksvíksingar annað skinn um bak, og fingu tá 22,5 stig, og endaðu við 41 stigum tilsamans. Sandavágs Talvfelag endaði somuleiðis á 41 stigum, men av tí at klaksvíksvingar vunnu tann eina dystin 3½-2½ (hin endaði 3-3), varð hetta avgerandi fyri endaligu úrslitið.

Hetta er fyrstu ferð í sjey ár, at Klaksvíkar Talvfelag vinnur steypakappingina. Havnarmenn, sum høvdu eina øgiliga byrjan, fingu einans tvey stig í tveimum teimum seinastu umførunum, móti ávíkavist klaksvíksvingum og sandavágsmonnum, og endaðu sostatt á 3. plássi við 38 stigum. 

Í niðaru hálvu endaðu vestmenningar og 2. lið hjá Klaksvík, við 27½ hálvum stigum hvørt, meðan eitt samansett lið úr Eysturoynni endaði nr. 6 við 5 stigum.

Eftir lokna kapping varð veitsludøgurði hildin. Umframt sang og undirhald, var sum altíð Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot valt.

Les eisini: Luitjen Akselsson Apol er ársins telvari 

Sum vanligt hevur verið, endaði kvøldið við snartelving. Tilsamans 18 telvarar luttóku, og telvað vórðu 9 umfør. Javnir við 7½ stigum hvør, endaðu Høgni E. Nielsen og Olaf Berg ovastir, og tískil mátti umdystur til, ið Høgni vann. Ólavur Simonsen gjørdist nr. 3 við 7 stigum. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder