placeholder
Annað

Føroysku genturnar taptu 2-0 móti Aserbadjan

U17 genturnar luttaka í menningarkapping í Hvítarusslandi.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-05-07 15:59 Author image
Ari av Rana

U17 landsliðið hjá gentum spældi í morgun dyst í UEFA menningarkapping í Minsk í Hvítarusslandi.

Mótstøðuliðið í dag var Aserbadjan og talan gjørdist um eitt 2-0 tap.

Tær, sum byrjaðu inni fyri føroyska liðið í morgun, vóru Hanna Dahl Hansen, Bergljót Hansen, Nancy Einarson, Jenny R. Petersen, Jórunn G. Justinussen, Birita P. Rasmussen, Celia Qing Kofod Toxborg, Karin Gøthe Áslaksdóttir, Sunniva Willemoes, Malena Olsen og Ester Ellingsgaard.

placeholder
placeholder