Annað

Steingja fleiri vegir í Klaksvík leygardagin

Kommunan boðar frá, at fleiri vegir verða stongdir í samband við at Treysti skipar fyri FM í hálvmaraton.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-07 17:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leygardagin 11. mai skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Kappingin verður hildin leygardagin 11. mai kl. 14.00.

Í hesum sambandi verða Stoksoyravegur, Klaksvegur, Biskupstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum stongd fyri ferðslu í tíðarbilinum millum kl. 13.00 og 17.00, boðar Klaksvíkar kommuna frá.

Í hesum tíðarskeiðnum steðga bussarnir hjá Bygdaleiðum bert á Borðoyavík.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder