Fótbóltur

Klopp vunnið allar knock-out uppgerðirnar á odda fyri Liverpool

Týski venjarin hevur trupulleikar við at vinna finalur, men førdi í gjár Liverpool víðari fyri tíggjundi ferð í evropeiskum fótbólti og í triðju finaluna.

Jürgen Klopp kundi fegnast um ein fantastiskan sigur á Barcelona í gjárkvøldið, ið ger, at Liverpool er í finaluni, og hann framvegis er Mr. 100 % (Mynd: EPA)

Jürgen Klopp kundi fegnast um ein fantastiskan sigur á Barcelona í gjárkvøldið, ið ger, at Liverpool er í finaluni, og hann framvegis er Mr. 100 % (Mynd: EPA)

2019-05-08 07:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10 útav 10. Soleiðis eru hagtølini hjá Jürgen Klopp í evropeiskum fótbólti sum venjari hjá Liverpool; sterkasta enska liðnum í Evropa søguliga. Í gjárkvøldið framdi Liverpool eitt ótrúligt comeback í hálvfinaluni móti mæta Barcelona við Messi á odda. Harvið hevur 51-ára gamli venjarin ikki uppliva at verið sligin út við Liverpool í evropeiskum fótbólti og er komin i tríggar útav trimum møguligum finalum.

Klopp tók yvir á heystið í 2015. Tá var Liverpool í Europa League og kom í finaluna; m.a. eftir at hava bast gamla felagnum hjá Klopp, Dortmund, eftir eitt flott Anfield-comeback. Árið eftir (2016/2017) luttók Liverpool ikki í evropeiskari kapping, men í fjør spældi liðið seg í finaluna í Champions League. Eins og í 2016 endaði tað við tapi móti sponskum liðið. Í 2016 taptu Liverpool og Klopp eisini finaluna í League Cup, og í Dortmund tapti Klopp steypafinaluna í sínum seinasta dysti og Champions League- finaluna í 2013.

Týskarin dugir sera væl at fáa síni lið í finalur; spurningurin er, um hann hesaferð fær møguleikan at lyfta eitt steyp. Mótstøðuliðið hjá Liverpool verður funnið í kvøld. Ajax førir 1-0 eftir fyrru hálvfinaluna, ið var á Tottenham Hotspur Stadium. 

Hagtølini hjá Klopp í Evropa í Liverpool-tíðini (knock-out):

2016 (Europa League): 
1/16-finalan: 1-0 móti Augsburg
1/8-finalan: 3-1 móti Manchester United
1/4-finalan: 5-4 móti Dortmund
1/2-finalan: 3-1 móti Villareal 

2018 (Champions League): 
1/8-finalan: 5-0 móti Porto
1/4-finalan: 5-1 móti Manchester City
1/2-finalan: 7-6 móti Roma

2019 (Champions League): 
1/8-finalan: 3-1 móti Bayern München
1/4-finalan: 6-1 móti Porto
1/2-finalan: 4-3 móti Barcelona 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder