Fótbóltur

- Vit sótu á meginpartinum av spælinum

Landsliðsvenjarin hjá U19 kvinnulandsliðinum er nøgdur við avrikið, sjálvt um talan gjørdist um eitt 2-1 tap móti Lettlandi.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-05-10 13:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Talan var um ein javnan dyst, og tað er eisini fult í tráð við leikgongdina, at vit leggja okkum á odda tá tíggju minuttir vóru spældir. Vit sótu á meginpartinum av spælinum, og høvdu sum heild tamarhald á dystinum. Men sum fráleið kom Lettland meir við, og tað eydnast teimum at fáa tvey mál, sum vit av álvara iðra okkum um, sigur Pætur Clementsen, venjari.

Føroyska U19-landsliðið við gentum er í hesum døgum í lettlendska høvuðsstaðnum, Riga, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti Lettlandi. Fyrri dysturin varð spældur hósdagin, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til vertirnar.

Tað var annars føroyska liðið, ið kom á odda við máli sum Les Lisberg skoraði. Okkara gentur spældu seg eisini til fleiri aðrar góðar kjansir, men tíverri spurdist ikki meir burturúr. Í staðin javnaði Lettland stutt fyri steðgin, og tá tólv minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki skoraði Lettland til 2-1.

- Sjálvt um vit taptu, so eri eg kortini nøgdur við avrikið, ið føroysku spælararnir vístu. Tað er heldur ikki so ofta at vit spæla so javnar dystir, so vit eru øll hørm um sjálvt úrslitið. Men nú skulu vit fyrireika okkum væl til næsta dyst, sum verður leygardagin, og tað gleða vit okkum til, sigur Pætur Clementsen.

Aftaná dystin varð føroyski liðskiparin, Sanna Svarvadal vald til “Dagsins leikara”, skrivar heimasíðan hjá FSF.

FØROYAR: 1. Eyðgerð Mikkelsen (M), 2. Armgarð undir Leitinum, 3. Jacoba K. Neshamar, 6. Birita Ryan, 7. Sanna Svarvadal (L), 10. Jensa K. Tórolvsdóttir, 11. Silja P. Augustinussen, 14. Maria Djurhuus, 15. Mona Rasmusdóttir, 16. Lea Lisberg og 17. Hanna L. Jacobsen.

Í seinna hálvleiki komu Vár Miðberg, Emma Hansdóttir, Julia Helena Dal Henriksen, Maria á Lakjuni, Marjun Ó. Danielsen og Rebekka J. Olsen á vøllin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder