Serbia eru ikki ræðandi. Men sum so ofta fyrr, hevur føroyska spælið verið heldur óstøðugt í fyrra hálvleiki.
Ikki bara hava vit mist upplagdar málmøguleikar, men tað eru eisini ov nógvir bóltar, sum eru tveittir burtur.
Við meira miðvísum spæli kundu vit saktans verið á odda nú.
Tað gekk væl í byrjanini, og tað gekk rúm tíð áðrenn Serbia kom framum fyrstu ferð. Spælið bylgjaði javnt aftur og fram.
Men so komu serbar 3 mál framum um miðjan hálvleik, og síðan tá hava tær verið frammanfyri alla tíðina, tó ongantíð meira enn 3 mál.
Hóast tær eru stórar, so eru tær til at tosa við. Føroysku leikararnir skulu trúgva uppá, at dysturin als ikki er mistur á gólvið enn.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald