Hondbóltur

Framvegis stórur spenningur um, hvar vit enda í HM-kappingini

Nógv er eftir at spæla fyri hjá djørvu føroysku HM-kvinnunum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-05 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir javnleikin 31-31 móti Spania í gjár liggja Føroyar nummar fýra í bólki II í miðumfarinum, ella høvuðsumfarinum, í HM-kappingini í kvinnuhondbólti í Týsklandi og Niðurlondum.

Møguleikin fyri at enda millum tvey tey ovastu,  sum koma víðari til fjórðingsfinalurnar, er ikki longur til staðar.

Við stórsigrinum hjá Týsklandi á Montenegro í gjár – dysturin endaði 36-18 – so endar vertstjóðin Týskland á fyrsta plássi í bólkinum. Týskland hevur 8 stig og hevur vunnið allar sínar dystir higartil.

Á øðrum plássi liggur Serbia við fimm stigum, síðan koma Montenegro og Spania við 4 stigum. Serbia og Montenegro hittast til ein spennandi dyst um hitt fjórðingsfinaluplássið í morgin, helst verður tað vinnarin av hesum dystinum, sum sleppur víðari saman við Týsklandi.

Spania hevur tó enn ein møguleika, um tað skuldi eydnast teimum at vinna á Týsklandi.

Føroyar liggja á fimta plássi við trimum stigum og  og Ísland liggur niðast við 0 stigum.

Tað hevur tí stóran týdning, at Føroyar vinna á Íslandi í annaðkvøld. Tí so hava vit ein teoretiskan møguleika fyri at enda á triðja plássi í bólkinum. Gera vit tað, fáa vit eina HM-plasering millum nummar 8 og 12, og tað má sigast at vera eitt satt bragd.

Enda vit á fjórða plássi verða vit plaserað millum nr. 12 og 16, og fimta plássið gevur eitt pláss millum numar 16 og 20.

Vit koma ikki at enda á aftasta plássi, tí har liggur Ísland, hóast tær vinna á okkum í annaðkvøld. Sostatt hevur Ísland onki at spæla fyri, annað enn æruna og kanska skommina.

Plaseringin hjá okkum eftir HM-kappingina hesaferð, fær stóran týdning fyri hvussu Føroyar verða styrkismettar til komandi undankappingar til EM og HM.

So spenningur er framvegis í kappingini, hóast vit vita, at dysturin móti Íslandi klokkan 19.30 í annaðkvøld verður tann seinasti HM-dysturin á hesum sinni.

Dystirnir í okkara bólki í morgin eru hesir:

Kl. 14.30: Montenegro – Serbia
Kl. 17: Spania – Týskland
Kl. 19.30: Føroyar – Ísland

Lurtið á FM1 kl. 11

Nú klokkan 11 verður beinleiðis sending á FM1, har Pætur Nolsøe av spælarahotellinum fer at tosa við spælarar og onnur, fyrst av øllum um óvanliga spennandi dystin í gjárkvøldið, og annars um møguleikarnar undan seinasta dystinum í annaðkvøld.

Sí myndirnar frá høllini tá vit spældu javnleik móti Spania

(PS. Teksturin er broyttur í mun til upprunatekstin. Hetta orsaka av, at IHF ikki hevði tikið sigurin hjá Spania á Íslandi við í uppgerðini á heimasíðu síni.)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder