Hondbóltur

Síðsti dystur í Týsklandi á hesum sinni

Grannadystur verður í stóru Westfalenhalle í Dortmund í kvøld, tá Føroyar spæla móti Íslandi. Vit eru longu millum 20 tær bestu tjóðirnar í heiminum áðrenn dysturin er spældur.

Vit hava vunnið á Íslandi fyrr. Tað er minni enn tveir mánaðir síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vit hava vunnið á Íslandi fyrr. Tað er minni enn tveir mánaðir síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-06 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dortmund, Portalurin: Í oktober vunnu vit við tveimum málum á útivølli. Hetta var í EM-undankappingardysti. Í november taptu vit við trimum málum heima við Tjarnir. Hetta var venjingardystur undan HM-kappingina.

Í kvøld hittast Føroyar og Ísland á uttanveltaðum vølli. Í ovurstóru Westfalenhalle í Dortmund til seinasta dyst í miðumfarinum í HM-kappingini. Og seinasta dyst hjá báðum londum í hesum umfari.

Ísland hevur onki at spæla fyri uttan um æruna. Vit spæla fyri at enda sum nummar fimm, fýra ella kanska trý í bólkinum í millumumfarinum.

Tað velst um úrslitið av dystinum, men eisini um úrslitini av hinum báðum dystunum í bólkinnum, sum verða spældir í dag.

Montenegro og Serbia spæla klokkan 14.30

Spania og Týskland klokkan 17

Og so spæla Føroyar og Ísland klokkan 19.30

[object Object]Frøin á føroysku leikarunum var stór eftir EM-undankappingarsigurin á Íslandi í Reykjavík í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

Íslendingar hava ikki havt eina góða kapping. Men tær eru ikki heilt ónøgdar, tí íslendska liðið er ungt og í eini uppbyggingarfasu, og málið hesaferð var ongantíð at fáa eitt gott úrslit, men at geva ungu spælarunum altjóða royndir, so at tær kunnu gera seg galdandi í komandi HM- og EM-kappingum.

Tað greiddi annar av íslendsku venjarunum, Óskar Bjarni Óskarsson, okkum frá í samrøðu á spælarahotellinum her í Dortmund í gjár.

Sí: - Tit hava verið betri enn vit higartil í kappingini

Íslendingar hava so at siga einki at spæla fyri í kvøld. Tær enda á aftasta plássi í bólkinum, líka mikið hvat úrslitið móti Føroyum verður. Men sjálvandi vilja tær royna at vinna og fáa stig í millumbólkinum.

Enda onkrastaðni millum nummar 9 og 20 í heiminum

Føroyar kunnu rykkja rættiliga langt upp í samlaðu støðuni við einum sigri, og harvið forvinna góð stig í komandi styrkismetingum, sum kann vera gagnligt í komandi kappingum.

Tá kappingin er av, verður eindaligu plaseringarnar avgjørdar. Londini, sum liggja nummar 3 í millumbólkunum verða plaserað millum nr. 9 og 12. Nummar fýra millum 13 og 16. Og nummar fimm millum 17 og 20.

Altso. Óansæð hvussu dysturin gongur í kvøld, so eru føroyar millum tær 20 bestu hondbóltstjóðirnar í heiminum. Bara tað er eitt bragd. 

[object Object]Fagnaður í umklæðingarrúminum saman við løgmanni, eftir sigurin í Reykjavík. Kunnu tær vekja somu kenslur aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder