2025-12-06 19:40
Bogi Reinert-Petersen hevur skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2026.
Fuglfirðingurin skifti til B36 fyri einum góðum ári síðan og taldist skjótt millum stuðulsspælararnar sum nærlagdur stýrimaður í skiftingarrúminum og á vøllinum. Hann skipar liðið í orð og talu, og leikliga gongur hann fremst í nærdystum. Í ár skeyt hann eisini fimm mál í landskappingini.
- Eg havi stórtrivist í B36, og tað er týðiligt, at hetta er eitt lið við stórum møguleikum. Ungu spælararnir eru arbeiðssamir og mennast skjótt, og eg eri sannførdur um, at liðið fer at mennast og gera sjónlig framstig. Eg eri eisini spentur at vera ein partur av teimum ætlanum, sum felagið hevur lagt fyri framtíðina, sigur hann.
32 ára gamli Bogi Reinert-Petersen var á ársveitsluni í november kosin ársins spælari í B36. Grundgevingarnar vóru serliga, at hann í ár hevur gingið á odda bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.
Fótbóltsfelagið B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald