Vit hava upplivað ein inntensan og spennandi fyrra hálvleik í brakinum millum Føroyar og Ísland.
Eftir at vit høvdu havt eina leiðslu í byrjanini, tóku íslendingar yvir og settu seg á dystin.
Um miðskeiðis í hálvleikinum sá tað ikki gott út hjá føroyingum. Onki riggaði hjá okkum og alt hjá íslendingum.
Eina løtu høvdu íslendingar møguleika at leggja seg á odda við 7 málum 7-14. Men tær komu tó ongantíð meira enn seks mál framum.
So byrjaði tíbetur at rigga betri hjá føroyska liðinum.
Longu í øðrum leikbrá byrjaði tað at koyra aftur hjá okkum.
Annika kom í málið fyri Rakul, og hon hevur havt fleiri góðar bjargingar.
Ikki fyrr enn lutfalsliga seint í hálvleikinum fóru vit yvir í 7móti6 spæl, og tá gekk betur.
Tað fekk eisini ávirkan á føroyska verjuspælið, at Lív varð send fram í íslendingar at verja, so hon fekk órógvar kross-spælið hjá teimum. Føroyska verjan riggaði betur, og vit komu við í dystin aftur.
Men vit fingu ikki íslendingar aftur.
Í hálvleikinum er Ísland tvey mál frammanfyri, 16-14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald