Hondbóltur

Føroyskt vónbrot í seinasta HM-dystinum

Tað er ikki óvanligt, at liðini spæla minst ein dyst í endaspæli, sum tey ikki eru nøgd við. Tað var bara óluksáligt, at tað skuldi henda í tí seinasta dystinum, har vit á pappírinum høvdu møguleika at kappast um plássini millum nummar 9 og 12.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2025-12-06 21:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í HM-kappingini hesaferð fara føroyingar av vølli ónøgdir yvir dystin. Tí føroysku kvinnurnar spældu ein vánaligan dyst móti Íslandi, sum vann 33-30.

Tað er ikki óvanligt, at liðini spæla minst ein dyst í endaspæli, sum tey ikki eru nøgd við.

Tað var bara óluksáligt, at tað skuldi henda í tí seinasta dystinum, har vit á pappírinum høvdu møguleika at kappast um plássini millum nummar 9 og 12.

Nú standa vit eftir á trimum stigum, og so eru tað plássini millum 17 og 20, sum koma í okkara lut.

Ísland fingu teirra fyrstu stig í miðumfarinum, so tær enda aftan fyri okkum.

Tað eydnaðist ongantíð okkara at fáa fatur á Íslandi í øðrum hálvleiki.

Ein vón var í støðginum, tí Føroyar vunnu seg væl niður á -2 mál. Men Ísland fór beinanvegin framum aftur, og vit vóru hangandi 3-4 mál aftanfyri so at siga allan annan hálvleik.

Føroyska verjan stóð væl. Annika stóð ein fínan dyst í málinum.

Men álop vísti ikki HM-styrki. Ov nógvir bóltar tveittir burtur í uppspæli og ov nógvir málmøguleikar brendir.

Niðurtúrur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder