Hondbóltur

Súna og Jana gjørdu aftur stóran mun í álopinum - Annika royndi at læsa

Rannvá Olsen hevði flott vongavrik, Maria Weyhe skeyt fýra brotskasts-mál, og Lív Zachariasen órógvaði aftur hinar væl í seinasta HM-dystinum. Men samanlagt var tað ikki nóg mikið og nóg gott hjá Føroyum móti Íslandi - sí hagtøl her.

- Aftur í kvøld prógvaðu kviku bakspælararnir sítt stóra virði fyri Føroyar: Javnsettar toppskjúttar, nógv upplegg/vunnin brotskøst umframt at tær tóku eina rúgvu av vunnum nærdystum og ábyrgd. Mongu málini og uppleggini hjá Janu Mittún og Súnu Krossteig Hansen rukku tó ikki í tungum dysti (Mynd: Sverri Egholm)

- Aftur í kvøld prógvaðu kviku bakspælararnir sítt stóra virði fyri Føroyar: Javnsettar toppskjúttar, nógv upplegg/vunnin brotskøst umframt at tær tóku eina rúgvu av vunnum nærdystum og ábyrgd. Mongu málini og uppleggini hjá Janu Mittún og Súnu Krossteig Hansen rukku tó ikki í tungum dysti (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-06 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mun til væntanir, í mun til at Føroyar fyri kortum hava vunnið kappingardyst á júst Íslandi, og um hugt varð eftir HM-avrikinum hjá liðnum báðum í fyrstu fimm dystunum, so var seinasti føroyski dysturin eitt vónbrot.

Serliga eisini tí at Føroyar ikki avrikaðu upp ímóti sínum toppstigi. Á fleiri økjum var tað ikki nóg gott - serliga í tveimum tíðarskeiðum - og tað sást nú, at hetta var fyrsta HM-endaspælið hjá Føroyum. Tær í hvítum runnu aftaná so at siga allan vegin, og Ísland vann uppiborið í Dortmund

Dysturin verður tó helst ein góður lærdómur hjá Claus Mogensen og hansara liðið. Serliga eisini tí at Ísland bíðar í helst avgerandi EM-undankappingardysti við Tjarnir fyrst í apríl.

Nakrar fínar justeringar vóru undir dystinum - serliga tá Føroyar fóru til meira álopskenda 5-1 verju við Lív Zachariasen su ágangandi fremsta verjuspælara. 23-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur havt eitt frálíkt HM í føroysku miðverjuni og helt ótroyttiliga á til tað seinasta. 

Fín einstaklingavrik 

Júst tað at føroyska liðið allatíðina koyrdi á og ikki gav upp, er sjálvandi eitt gott tekin. Annika Fríðheim Petersen kom eisini inn í málið og gav vón við fleiri stórum bjargingum: Málverjin tók nærum triðja hvønn bólt í sínum fimta dysti uppá stutta tíð - stutt eftir barnsburðin.

Eftir eina góða løtu vóru Føroyar eisini komnar niður á minus tvey (27-29), tá beint undir átta minuttir vóru eftir. Tá kroysti føroyska verjan Ísland til fleiri mistøk - men so brendu Føroyar trý tey næstu skotini. Øll vóru opin skot, men har íslendsku málverjarnir órógvaðu væl. Annars var gagnnýtisprosentið á einari leið í dag - tað haltaði tó at fáa bóltin framvið stóru Hafdis Renötudóttir uppá stórar møguleikar nakar ferðir.

Hetta kostaði, men tað vóru nógv onnur mistøk, sum gjørdu mun samanlagt. Maria Halsdóttir Weyhe átti eitt av hesu brend skotunum - annars kom spælskiparin køld inn og skoraði trygt uppá fýra brotskøst. Hetta var eisini við at fáa Føroyar nærri aftur.

Rannvá Olsen skoraði eisini uppá øll síni skot uttan eitt í einum flottum vongavriki. 22-ára gamla vestmannakvinnan hevur á ein hátt fingið sítt stóra landsliðsgjøgnumbrot í Týsklandi.

Tað hava javngamla Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen fingið fyri einari tíð síðani. Aftur í kvøld prógvaðu kviku bakspælararnir sítt stóra virði fyri Føroyar: Javnsettar toppskjúttar, nógv upplegg/vunnin brotskøst umframt at tær tóku eina rúgvu av vunnum nærdystum og ábyrgd. Jana varð kosin dagsins spælari - tað kundi helst eisini verið Súna. Tær fáa risa týdning í frahaldandi menningini - Føroyar ætla sær aftur til eitt endaspæl at gera bart skjótt.

Hagtøl niðanfyri

HM-miðumfar bólkur II - seinasta umfar
Westfallenhalle, 06.12
Føroyar - Ísland 30-33

Dystargongdin
5 min: 4-3
10 min: 5-8
15 min: 7-12
20 min: 10-14
25 min: 12-15
30 min: 14-16
35 min: 16-20
40 min: 19-23
45 min: 22-26
50 min: 25-28
55 min: 27-29
60 min: 30-33

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 6 (2)
Rannvá Olsen 5
Pernille Brandenborg 5 (1)
Maria Halsdóttir Weyhe 4 (4)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Bjarta Johansen 1
Karin Egholm 1

(Brend skot): 15 (2) - Skoraðu uppá 67 prosent av skotunum sum er tvey prosent undir Ísland

Upplegg - herímillum vunnin brotskøst:
Jana Mittún 10 
Súna Krossteig Hansen 7
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Elsa Egholm 1
Marita Mortensen 1

Tekniskar villur:
Føroyar: 12
Ísland 13

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 9 (30 prosent)
Rakul Wardum 1

Útvísingar:
Føroyar: 4
Ísland: 3



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder