Hóast vónbrotið í kvøld, so er landsliðsvenjarin nøgdur við avrikið í HM-kappingini.
- Vit hava fingið meira burturúr, enn vit høvdu torað at droymt um sigur hann.
Upp á fyrispurningin um, hvørjir leikarar serliga hava gjørt seg galdandi í hesi kappingini, so nevnid Claus Mogensen fyrst Lív Zachariassen, sum hevur verið ein brandur í verjuni, og hevur spæld yvir støðið í næstbestu deildini, har hon spælir til dagligt.
Hann er eisini nøgdur við avrikið hjá høgru vengrunum, og nevnid serliga Rannvá Olsen, sum hevur spæld væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald