Hotel Djurhuus-deildin:
SÍ – Fleyr 3-0 (25-11, 25-13, 25-17)
Lítið flog var á Fleyr í oddadystinum í Sørvági í gjár, sum SÍ vann 3-0 uttan at sveitta.
SÍ fór tíðliga trý framum í fyrsta setti, og við fimm á rað gjørdist støðan 16-8, áðrenn SÍ vann settið 25-11.
Sama skil var í øðrum setti, har SÍ legði seg á odda 11-4 og 19-6, áðrenn settið varð vunnið 25-13.
Skjótt sást í triðja setti, hvønn veg tað bar, og 4-0 bleiv til 7-1 og 10-3, áðrenn SÍ vann settið 25-17.
Við sigrinum fór SÍ sjey stig framum Fleyr, á stigatalvuni, og vinnur Mjølnir trý stig í dystinum ímóti Drátti í dag, fer Mjølnir tvey stig framum Fleyr og hevur eisini ein dyst til góðar.
Sunnudagin um eina viku møtast Mjølnir og SÍ í Klaksvík.
KÍF – TB 3-0 (25-20, 25-18, 25-14)
Eftir at KÍF hevði lagt seg á odda við fimm stigum tíðliga í fyrsta setti, kom TB afturíaftur og javnaði til 13-13 og 16-16, men fýra eftir reyv á rað kostaði dýrt, og so vann KÍF sær aftur trygga leiðslu og síðan settið 25-20.
Søgan endurtók seg í øðrum setti, har TB fylgdi við til 11-11, fyri síðan at ganga aftur eftir hæli og tapa settið 25-18.
KÍF feyk avstað í triðja setti og legði seg á odda 7-0, og tann munurin bara vaks, so hvørt settið leið, til kollfirðingar høvdu vunnið 25-14.
Um eina viku vitjar KÍF Fleyr, og tá hevur KÍF møguleikan við sigri at minka um munin upp til Fleyr til einans tvey stig.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
| Nr | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
| 1 | SÍ | 8 | 18 | 22 |
| 2 | Fleyr | 8 | 6 | 15 |
| 3 | Mjølnir | 6 | 9 | 14 |
| 4 | KÍF | 8 | -3 | 10 |
| 5 | TB | 7 | -10 | 5 |
| 6 | Dráttur | 7 | -20 | 0 |
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald