Fótbóltur

Hákun West av Teigum greiður toppskjútti um vikuskiftið

Høgri vongurin skoraði samanlagt 15 mál í EM-fyrireikingardystunum móti Italia - fleiri aðrir vístu seg eisini væl fram stutt áðrenn endaspælið.

Høgri vongurin hjá Füchse Berlin tók ábyrgd á føroyska liðnum móti Italia, og verður hann ógvuliga týðandi í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)

Høgri vongurin hjá Füchse Berlin tók ábyrgd á føroyska liðnum móti Italia, og verður hann ógvuliga týðandi í Oslo (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-12 18:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta mál fríggjakvøldið og sjey mál fríggjakvøldið.

Hákun West av Teigum fekk nógvar bóltar at arbeiða við og skeyt eisini seks brotskøst. Füchse Berlin-vongurin tók ábyrgd á føroyska liðnum og vísti seg ikki óvæntað sum tryggan:

Samanlagt skeyt 23-ára gamli hoyvíkingurin 18 ferðir í EM-fyrireikingardystunum móti Italia, og brendi hann bert tríggjar ferðir. Gagnnýtisprosentið hjá Hákuni var 83,3 prosent. Hann gjørdist toppskjútti í fyrra dystinum og javnsettur toppskjútti hjá Føroyum í seinna dystinum, har nummar 17 eisini vardi á bakkinum og langt frammi sum "skeivur 1'ari" í løtum.

Sambært itrott.net og Handballstatz hevur vandamikli høgri vongurin nú skotið næstflest mál í søguni hjá mannslandsliðnum: 206 mál í 37 dystum. Síðurnar vísa og vísa á, at Hákun West av Teigum hevur yvirhálað Heina Hanusarson (205 mál), og at bert Hanus Joensen (238 mál í 54 dystum) er frammanfyri nú. Júst Hanus varð fríggjakvøldið heiðraður sum ein av teimum seks mannligu spælarunum, sum hevur spælt yvir 50 landsdystir fyri Føroyar.

Sí eisini: Hákun: Rútma og relatiónir eru umráðandi

Sum heild gekst væl hjá føroyingunum at skora. Italia er gamaní eitt av veikastu verjuliðunum, sum verður til EM-endaspælið, men 72 mál í tveimum dystum man vera nøktandi hjá føroyingunum. Gagnnýtisprosentið var ov lágt í 2. hálvleiki fríggjadagin (bert 62 prosent), og hetta var eitt av tingunum, sum kostaðu sigurin í fyrra dystinum. Annars var gagnnýtisprosentið ikki so galið: Beint undir 70 samanlagt í báðum dystunum.

[object Object]
Hákun West av Teigum skorar enn eitt av sínum málum móti Italia. Høgri vongurin er fyrsta val fyri eitt av heimsins bestu liðum og hevur verið týðandi maður, síðani hann kom inn á A-landslið í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri vístu seg fram

Leivur Mortensen spældi 1. hálvleik móti Italia fríggjakvøldið. Tá hevði hann einki skot. Men maðurin á vinstra vongi skoraði uppá sjey av sínum átta skotum í sigrinum sunnukvøldið

Nummar 6 er vanliga tryggur á landsliðnum, og við at vera javnsettur toppskjútti vísti Leivur Mortensen EM-form - summi av málunum vóru eisini ógvuliga góð.

Sí eisini: Leivur: Deiligt at fara til EM við hesari kensluni

Sum heild vóru føroysku strikuspælararnir ógvuliga tryggir í skotunum hetta vikuskiftið, og tað er serliga týðandi, tá Føroyar spæla nógv 7 móti 6. Ísak Vedelsbøl og Teis Horn Rasmussen brendu samanlagt bert eitt av sínum níggju skotum sunnukvøldið.

Samanlagt skoraðu strikuspælararnir 16 av 19 skotum í dystunum, og var Ísak Vedelsbøl næstbesti føroyski málskjútti við Tjarnir við átta málum. Umframt hetta vóru nógvar góðar "skreeiningar", sum góvu pláss hjá bakspælarunum.

[object Object]
Ísak Vedelsbøl var tryggur á strikuni (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til verjupartin, so kundu og burdu fleiri ting verið betri móti ágangandi og ferðmiklu italiumonnunum. Men við mongu broytingunum í huga, og at arbeitt partvist øðrvísi verju, er tað kanska ikki so løgið. Tað gjørdist eisini betri út á seinna dystin - og í málinum var Pauli Jacobsen av álvara á i løtum. Føroyski liðformaðurin bjargaði tvísiffrað tal av skotum í báðum dystunum (og hevði avgerandi bjargingar móti endanum í gjár.

Bakketan sá ofta øðrvísi út enn vanligt. Hetta tí at Elias Ellefsen á Skipagøtu varð spardur vegna støðuna við skotøkslini, og tí Óli Mittún bert spældi samanlagt ein dyst (spardur pluss nakað eyma hælsinu). 

Harvið fingu aðrir møguleikan at vísa seg fram - og serliga Rói Ellefsen á Skipagøtu (sjey mál samanlagt og fleiri fríspælingar), Pauli Mittún (fimm mál og nógv gott sunnudagin) og Bjarni í Selvindi (fýra mál uppá fýra skot sunnudagin, umframt vunnin brotskøst, eftir at verða spardur fríggjadagin). Allir vórðu avgerandi, tá Føroyar fóru frá seinastu løtuna í gjár.

[object Object]
Pauli Mittún spældi frálíka væl í seinna dystinum, og kann hann fáa stóran leiklut í EM-endaspælinum

[object Object]Rói Ellefsen á Skipagøtu við snildari avlevering inn á strikuna móti endanum í gjár, tá Føroyar avgjørdu dystin. Annars var spælskiparin úr Hallby serliga eyðsýndur í 1. hálvleiki fríggjakvøldið: Fimm mál og tvey upplegg - við nógvum yvirskoti

[object Object]
Fýra mál uppá fýra skot frá nummar fýra hjá Føroyum í fýra-máls sigri: Bjarni í Selvindi hevur nakað heldur øðrvísi enn hinir føroysku bakspælararnir (Myndir: Sverri Egholm)

Sí eisini: Bjarni í Selvindi: Stuttligt við so nógvum áskoðarum - og stuttligari við sigri

Tøl fyri dystirnar móti Italia: Tormóður Petursson Djurhuus

Dagført: 18.44

Føroyski hópurin fer til Oslo mikudagin og spælir fyrsta dystin fríggjakvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder