Hondbóltur

Nú ber til at keypa atgongumerki til Danmark - Føroyar

Talan er um seinasta dystin í bólki 8 í EM-undankappingini. Hann verður leiktur í Aalborg um ein mánað.

Føroyar og Danmark spældu í Skjern í oktber; nú hittast liðini aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar og Danmark spældu í Skjern í oktber; nú hittast liðini aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-15 15:11 Author image
Agnar Prestá

16. juni bresta Danmark og Føroyar saman aftur á hondbóltsvøllinum. A-landliðini hjá monnum eru á heilt ymiskum støði; hetta sást í Skjern í oktober, tá Føroyar høvdu "heimavøll". Danmark vann 35-17, og tríggar mánaðir seinni gjørdist danir heimsmeistari á heimavølli.

Um ein mánaða hevur Danmark heimavøll móti Føroyum. Seinasti undankappingardysturin hjá liðunum verður leiktur í Gigantium í Aalborg. Talan er um eitt stórt ítrottarøki, har ein stórhøll er. Til hondbóltsdystir er pláss fyri yvir 5.000 áskoðarum. 

Føroyar spældu seinast ein frálíkan dyst móti Ukreina. Tað var í Royal Arena, har Ukreina vann 27-26. 

Møguleiki er fyri at keypa atgongumerki á ticketmaster.dk. Á somu heimasíðu ber til at keypa til dystin Føroyar - Montenegro, ið verður í Farum tríggjar dagar áðrnn dystin móti Danmark.

placeholder
placeholder