Hjá Kiel-spælskiparanum hevur økslin verið ein trupulleiki í tríggjar og eina hálva viku, og síðani stoytin í Bundesliga-dysti 20. desember hevur ivamál verið um EM-luttøkuna hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Soleiðis hevur ikki verið hjá Óla Mittún. 20-ára gamli bakspælarin skal eftir ætlan hava ein risa-leiklut í Oslo - um so Elias spælir ella ikki. Men í seinna dystinum móti Italia um vikuskifti hevði Óli Mittún nakað av pínu, tá hann fór av vøllinum eftir umleið 20 minuttir.
Til venjingina á Hálsi um middagsleitið sást ungi hoyvíkingurin eisini bert á súkkluni og í styrkirúminum - hann vandi ikki hondbólt saman við hinum.
![]()
Óli Mittún á súkkluni meðan hinir eru á hallargólvinum (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún hevði nakrar frálíkar løturí fyrra dystinu móti Italia fríggjakvøldið. Í seinna dystinum spældi nummar 78 ikki so nógv - og tað var serliga vegna hælsinuna (Mynd: Sverri Egholm)
Sum skilst er talan ikki beinleðis um ein skaða ella nakað at vera serliga stúrin um. Heldur er hetta nakað av eymleika kring hælsinuna - mest sannlíkt orsakað av nógvum dystum í heyst og í vetur. Men tað er ein sannroynd, at mett var tað vera best, at Óli Mittún ikki vandi við, tríggjar dagar áðrenn EM byjar.
Elias - við og uttan bólt
Elias Ellefsen á Skipagøtu staðfesti fyri júst einari viku síðani fyri Portalinum, at øksl hansara hevur tað betri og betri fyri hvønn dag.
Føroyski spælskiparin endurtók boðskapin í samrøðu við Kringvarpið sunnukvøldið - men eisini at tað er ein kapprenning við tíðina, í mun til EM-endaspælið.
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu kundi bara hyggja at - og geva nøkur ráð - tá Føroyar spældu móti Italia um vikuskifti
![]()
Hann hevur tó havt bóltin eitt sindur í hondini - her í gongd við at skipa yvirtalsspæl til venjingina á Hálsi í dag. Hetta gjørdi Elias Ellefsen á Skipagøtu eina løtu; men spælskiparin venur ikki við fullari ferð (Myndir: Sverri Egholm)
Nógvir føroyingar bíða spentir og við nakað av bivan. Tað ganga eisini ymiskar søgur um støðuna hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Portalurin kann í dag aftur staðfesta, at tað framvegis er óvist, hvussu stóran leiklut nummar 71 fær í Oslo. Tað veldst serliga um, hvussu næstu dagarnar ganga.
Í sambandi við venjingina í dag sást Elias á Skipagøtu gera øvilsir eitt sindur fyri seg sjálvan og saman við vøddaviðgeranum Tom Jensen.
Síðani royndi Elias at kasta og var við í einum lítlum parti av 7 móti 6-venjingini. Hetta gevur tó ikki nakra vissu um, at Kiel-spælarin fer at spæla fríggjakvøldið móti Sveis.
Venjingin á Hálsi í dag var tann seinasta undan fráferð til Oslo. EM-hópurin fer við Atlantic Airways í morginárini - Portalurin verður við á ferðini og hevur nógv tilfar úr Norra næstu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald