Unity Arena, Olso (Portalurin): - Nú hava vit gingið og glett okkum so leingi til at koma avstað, so tað er deiligt at vera her - og koma í eina slíka boblu. Nú gleða vit okkum bara at sleppa at spæla.
Orðini eigur Pauli Jacobsen fyrsta kvøldið hjá føroyingum í Oslo-útryðuni - meðan hann stendur í tí høllini, har Føroyar skulu spæla sínar EM-bólkaspælsdystir.
Sí eisini: Farnir úr føroyska regninum móti EM-dreyminum í Oslo
Tann fyrsti av teimum treimum er móti Sveis. Talan er um lægst styrkismetta liðið í bólkinum - sambært lutakastinum - men eisini eitt lið sum hevur fleiri spælarar á hægri stigi enn Føroyar. Lagt er upp til tættan og spenanndi dyst
Tvey lið koma víðari úr bólkinum, so hetta er avgjørt ein lyklauppgerð, staðfestir liðformaðurin.
- Dysturin móti Sveis verður altavgerandi. Hetta er ein av dystunum, sum vit skulu vinna fyri at koma víðari, og so er tað eisini bara umráðandi at vinna hendan dystin.
23-ára gamli hoyvíkingurin setur eisini orð á sterka samanhaldið, leiklutin sum liðformaður, ið hann hevur havt í nærum eitt ár, og á tað at vera aftasti skansi.
- Tað er týðandi hjá mær at halda fram við menningini og gera mun...vit tóku ymiskar lærdómar við frá endaspælinum fyri tveimum árum síðani.
Hoyr alla samrøðuna við føroyska málverjan og liðformannin undan fyrstu venjingini í Noreg ovast - meira úr høllini seinni
Sí eisini: Tórður Skorheim Guttesen: - Fór í panikk tá eg fekk EM-boð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald