Oslo, Noreg (Portalurin): - Ein lítil føroyskur býur - ella í roynd og veru ein stórur føroyskur býur.
Soleiðis heldur Harald Bjørgvin heldur flennandi fyri. Hann er ein av mongu føroyingunum, sum er í býnum til EM-endaspæl - og tað er ikki hansara fyrsta.
Harald hevur spælt nógv hondbólt, og veit hvat fjepparar kunnu geva. Tí fær hann av álvara staðfest, at føroysku spælararnir, sum hann heldur nógv av - og eisini væntar nakað av - fáa góða hjálp í morgin og framyvir.
Nógvir føroyingar eru komnir til Noregs seinastu stóru 30 tímarnar, og nógv leggjast afturat. Fjepparin vit tosaðu við hevði upplivað eitt sindur av Oslo; millum annað Munch-listasavnið, meðan bíðað var eftir hotelkamarinum.
Vinnukavarin skal eisini vitja kendan kavaraskúla í Fagerstrand stutt áðrenn seinasta føroyska dystin í Oslo.
Hoyr samrøðu frá Clarion ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald