Hondbóltur

Video: Vilhelm hevði tamarhald á seinastu støðuni

- Eg sá ikki ordiliga málið, men sá málverjan flyta seg eitt sindur. Og so var bara at fáa bóltin innum hann, sigur Vilhelm Poulsen, sum tryggjaði Føroyum eitt stig móti Sveis í evstu løtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-16 22:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann stóð sterkur í myndini í verjuni í fleiri løtum, og høgri bakkurin skoraði fýra mál í kvøld.

Tvey av málunum hjá Vilhelmi Poulsen vóru ógvuliga sermerkt: Eitt var eitt veruligt hoppiskot og høgg, tá armurin hjá dómaranum var uppi. Skotið hjá 26-ára gamla hoyvíkinginum fór heilt upp í málhornið.

Tað var eisini Hannover-Burgdorf spælarin, sum átti seinasta orðið í dystinum. Fimm sekund vóru eftir, tá Vilhelm slepti bóltinum, eftir at hann nærum hevði trokað seg ígjønum í høgru.

Hoyr Vilhelm Poulsen seta orð á 28-28 málið og serstaka dystin móti Sveis ovast.

----------------------------------------------

EM-endaspælið, bólkur D
1. umfar, 16. januar - Unity leikhøllin
Føroyar - Kekkia 28-28 (15-13)

Toppskjútti og dagsins spælari: 
Elias Ellefsen á Skipagøtu (9 mál)

Fleiri tøl her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder