Stórur og søguligur sigur í Oslo

Álopsspæl í heimsflokki og eitt frálíkt málverjuavrik - aftanfyri eina sera stinna verju - saman við einari ótrúligari áskoðarafjøld skaptu eitt gandakent føroyskt kvøld í Unity leikhøllini.

Føroysku spælararnir takka fjepparum sínum eftir eitt frálíkt avrik - frá báðum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir takka fjepparum sínum eftir eitt frálíkt avrik - frá báðum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-18 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Hetta er ein av løtunum, har tað er torført at seta nøktandi orð á.

Vit gera tó eina roynd her - men halda tað stutt. Millum annað tí vit vilja hoyra frá spælarunum skjótast gjørligt.

Nógv er skrivað og sagt um flottu føroysku hondbóltsmenningina seinastu árini, men at Føroyar í 2026 kunnu vinna við 13 málum í einum endaspælsdysti á Montenegro, sum hevur verið til seks EM-endaspøl á rað, kennist eitt sindur óveruligt

Hetta var á ymsan hátt dysturin, sum Føroyar skuldu vinna fyri at hava ein fínan møguleika at koma víðari. Okkara stóðu sum favorittar - og tað eydnaðist eisini við lít at "liva upp til hetta hetið".

Og Føroyar vundu pent sagt úr liðnum av Balkan, sum misti pippið - bæði av fantastiska føroyska spælinum men eisini av teimum ótrúligu áskoðarunum, sum hvørt um annað løgdu trýst á Montenegro og koyrdu á Føroyar á sín serstaka hátt.[object Object]Fjeppararnir gjørdu sanniliga eisini sítt í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar fóru skjótt frá, og hóast man móti Sveis skjótt blakaði eina leiðslu vekk, so var tað ikki nær við hesaferð: Sjey mál á muni í steðginum og tað øktiskt spakuliga eftir steðgin.

Stór hugsavnan og nógv góðska - allastaðni frá. Bestur var Pauli Jacobsen í málinum, sum aftanfyri eina fantastiska verju, kundu taka 15 skot (45 prosent)

Nógvir gjørdu vart við seg, men Óli Mittún skein bjartast av útispælarunum í álopinum: 9 skot og 9 mál og nógv upplegg, umframt at hann ferð eftir ferð setti stórt trýst á verjuna hjá Montengro.

Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraðu 9 mál hvør - og báðir høvdu stórar atgerðir í verjuni; serliga Elias sum tvey'arini.

Í álopi og serliga var Ísak Vedelsbøl ein klettur, men makkararnir við síðuna av honum spældu eisini ein frálíkan dysti (Teis, Vilhelm, Pætur, umframt Tróndu Mikkelsen) Men hetta var eitt liðavrik uttan lít.

EM 2026 bólkur B, 2. umfar
18. januar. Unity Arena
Føroyar - Montenegro 37-24 (19-12)

Dystargongdin: 
5 min: 3-3
10 min: 8-5
15 min: 11-7
20 min: 15-10
25 min: 17-11
30 min: 19-12
35 min: 20-13
40 min: 23-14
45 min: 26-17
50 min: 28-19
55 min: 33-22

Føroysku málskjúttarnir: 
Óli Mittún 9  -11 upplegg
Hákun West av Teigum 9 
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3 
Ísak Vedelsbøl 2
Allan Norðberg 1 
Vilhelm Poulsen 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 16 (37 prosent) - dagsins spælari

Nógv meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder