Oslo, Noreg (Portalurin): "Pauli, Pauli, Paaaaauli".
Soleiðis rungaði javnan í Unity leikhøllini í gjár: Hetta eftir at Pauli Jacobsen hevði framt bjargingar.
Samanlagt vórðu tær 16 í tali, sum svarar til 43 prosent av skotunum hjá Montenegro móti 23-ára gamla málverjanum, og atkvøðugreiðslan hjá evropeisku hondbóltssamgonguni peikaði á Paula Jacobsen eftir søguliga 37-24 sigurin hjá Føroyum.
![]()
PauliJacobsen og liðfelagirnir stórfegnast við føroysk fjepparunum (Mynd: jn.fo)
Føroyski landsliðsmálverjin hevur leitað eftir spælitíð
- Nei, eg kann tíverri ikki siga, hvar eg farið. Men eg angri ikki, at tók avgerðina áðrenn EM-endaspælið. Eftir góða menning í HØJ eri eg fyrst og fremst farin eftir spælitíð nú - tað er ógvuliga umráðandi fyri meg: At fáa kontinuitet í tingini
Soleiðis segði Pauli Jacobsen, tá vit í samrøðu í gjár spurdi um framtíðina.
Harvið endurtók fyrsta valið á landsliðnum tað, sum hann segði við FM1 fyrr um vikuskiftið
HØJ Elite kunngjørdi tíðliga leygardagin, at Pauli Jacobsen ikki heldur fram í felagnum, sum føroyingurin annars var við at fáa upp í bestu donsku deildina síðsta kappingarár.
Seinna part av 2025 hevur Pauli Jacobsen so at siga ikki spælt fyri HØJ, og seinastu vikurnar áðrenn EM-steðgin var føroyski liðformaðurin leigaður út til HC København, sum er í botninum í næstbestu donsku deildini. Tað er har, at millum annað Leivur Mortensen eisini spælir.
Sí eisini: - Man vera størsta hondbóltskvøldið hjá okkum øllum
![]()
Skal til norskan hondbólt
Spurningurin er so: Hvar fer Pauli Jacobsen at spæla eftir EM-endaspælið.
Undan dystinum í gjár høvdu vit frætt, at føroyski landsliðsmálverjin var á veg til norskan hondbólt, og síðani dystin hava vit fingið hetta váttað.
Talan er sum skilst um ein sáttmála fram til summarsteðgin við Sandnes HK.
Hetta er felagið, sum í løtuni liggur aftast av teimum 14 í Rema 1000-deildini. Um allar upplýsingarnar passa, so skal Pauli Jacobsen næstu mánaðirnar royna at hjálpa Sandnes at halda sær í deildini.
Býurin liggur 533 kilometrar frá Oslo. Føroysku fótbóltsspælararnir Gullbrandur Øregaard (liðformaður) og Olaf Bárðarson (nýggjur í felagnum) spæla fótbólt í býnum - við Sandnes Ulf.
Nógv bendir á, at skiftið verður almannakunngjørt í vikuni. Nú skal Pauli Jacobsen hugsavna um at aftur avrika væl móti týskvøldið, tá Slovenia er á skránni í Oslo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald