Oslo, Noreg (Portalurin): Eftir stórsigurin hjá Sveis móti Montenegro var setningurin hjá føroyska liðnum einfaldur – tó trupul at avgeiða: Minst eitt stig móti Slovenia skuldi fáast í hús í seinasta bólkadystinum fyri at koma til miðumfarið í Malmö.
Slovenia var longu víðari men skuldi vinna fyri at tryggja sær tvey stig víðari til miðumfarið. Slíkt kann vera týðandi, og slovenar spældu við øllum, teir høvdu. Teir royndu at "kýsa" føroyingar kropsliga, spældu hart og fingu millum annað eitt reytt kort í 1. hálvleiki.
Føroyar vístu góðar dygdir og mótstøðuføri í fleiri pørtum - men tað vóru eisini ov langar løtur, har ymiskt haltaði í spælinum, í verjuspælinum, við millum annað vantandi bjargingum, og so brendu vit á illa á degnum:
58 prosent er ov lítið at vinna eina EM-bólkafinalu.
Hetta var eitt slovenskt lið uttan sín skadda fyrstamálverja og sum hevði latið samanlagt 75 mál inn í hinum báðum dystunum. Men serliga fyrsta korterið, og eftir eina løtu í 2. hálvleiki, høvdu Føroyar trupulleikar av sterku slovensku verjuni.
Tað gjørdist ikki ein stórur gysari móti endanum. Føroyar kundu minka til 28-27, tá ein minuttir var eftir, men toppskjúttin Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi, og síðani stongdu slovenar hurðuna.
Fantastisku áskoðararnir takkaðu síðani føroysku spælarunum, sum høvdu stríðst so hart. Eitt 3. pláss og nógvur lærdómur - søga og stórar løtur í Oslo. Men framvegis ikki nóg mikið at vera millum tey bestu tólv í Evropa.
![]()
Meira seinni
3. og seinasta umfar í bólkinum
Týsdagin 20. januar
Montenegro - Sveis 26-43 (16-22)
Føroyar - Slovenia 27-30 (15-16)
Støðan í bólki D - tvey lið koma víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Sveis 3 stig (+14) *
-------------------------------
3. Føroyar 3 stig (+13)
4. Montenegro 0 stig - úti *
* Ein dyst fleiri
Tvey lið koma víðari, og harvið eru Føroyar úti: Vit enda sum nummar 13 av teimum 24 liðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald