Noreg, Oslo (Portalurin): Tað varð ikki tað stóra og søguliga føroyska kvøldið, sum lagt varð upp til - og sum nógvir føroyingar væntaðu.
Malmö og miðumfar móti stórum hondbóltstjóðum var nógv á breddanum áðrenn, men Slovenia hevði aðrar ætlanir. Skaðarakta liðið hevði framvegis góðsku og royndir og spældi fyri at koma víðari við tveimum stigum.
Tíðliga í 2. hálvleiki høvdu Føroyar yvirtakið og vendu skjótt 15-16 í steðginum til tvey-máls leiðslu. Eina slíka høvdu Føroyar tvær ferðir, og einaferð varð spælt fyri trý-máls leiðslu.
Men síðani tóku slovenar yvir aftur, og tað bleiv ikki ein risa gysari. Til tess var slovenska verjan ov sterk - greitt tað besta slíka avrikið hjá teimum í kappingini - og í álopinum valdaði snildni og effektvitetur. At tað var munur á, hvat lið hevði staðið í slíkari støðu í endaspæli áður, var týðiligt til tíðir.
Eftir dystin sannaðu føroyski venjarin og spælarar, at ov nógv skot fóru til spillis í dag, hóast møguleikarnir vóru góðir stóran part av dystinum, og í verjuni fingu teir ikki í nóg stóran mun tak á slovensku snildunum: Mótstøðan dugdi væl at spæla lang álop seinastu løtuna, og at steingja hurðina fyri føroyingum, sum høvdu alsamt størri trupulleikar við kropsligu slovensku styrkini.
Føroyingar skoraðu undir 60 prosent av sínum skotum: Tað er ikki nóg mikið at vinna eina EM-bólkafinalu. Hetta var eisini móti næstbesta og triðbesta slovenska málverjanum.
Fleiri hagtøl niðanfyri
---
3. og seinasta umfar í bólkinum
Týsdagin 20. januar
Montenegro - Sveis 26-43 (16-22)
Føroyar - Slovenia 27-30 (15-16)
Dystargongdin:
5 min: 1-3
10 min:4-7
15 min: 5-8
20 min: 9-11
25 min: 11-13
30 min: 15-16
35 min: 18-18
40 min: 20-21
45 min: 22-24
50 min: 22-25
55 min: 24-28
60 min: 27-30
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 7
Hákun West av Teigum 4
Teis Horn Rasmussen 2
Leivur Mortensen 2
Vilhelm Poulsen 2
Allan Norðberg 1
Gagnnýtisprosent (skot/mál): 58 (27/46)
- Til samanberingar hevði Slovenia 73 prosent (30/41) og uppaftur hægri í opnum spæli, tí liðið brendi trý bortsløst (Føroyar brendu 1)
Bjargingar:
Føroyar: 10/39 (Beint undir 25 prosent)
Slovenia: 14/41 (43 prosent) - harav bjargaði Miljan Vujovic 10 skotum. Flest í 2. hálvleiki
Úrslitið av bólki D - tvey lið fara nú víðari til Malmö:
1. Slovenia 4 stig - víðari
2. Sveis 3 stig (+14)
-------------------------------
3. Føroyar 3 stig (+10)
4. Montenegro 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald