Hondbóltur

Óli Mittún kann verða kosin heimsins besti ungi spælari fyri 2025

IHF hevur føroyska snarljósið sum eitt av trimum uppskotum. Til ber at atkvøða frá sunnudegnum og til 10. februar - Óli Mittún hevur havt eitt framúrskarandi ár og kann gera systkinabarninum kynstrið eftir.

Óli Mittún skein av álvara í U21 HM-endaspælinum í Póllandi, har hann var lyklaspælarin í søguliga HM-bronsuheiðursmerkinum. Her sæst hann flúgvandi í bronsudystinum móti Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún skein av álvara í U21 HM-endaspælinum í Póllandi, har hann var lyklaspælarin í søguliga HM-bronsuheiðursmerkinum. Her sæst hann flúgvandi í bronsudystinum móti Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-22 12:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Óli Mittún hevur víst seg sum eitt av eitt av teimum mest spennandi ungu talentunum í heiminum. Hetta serliga við at hevja seg yvir hinar (dominera) í ungdómsendaspælinum og at bera føroysku liðini við sær til søgulig avrik. 20-ára gamli spælskiparin var millum annað Mest Virðismikli Spælarin (MVP) í U21 HM í Póllandi, tá Føroyar óvæntað endaðu nummar trý og harvið fingu søguliga gott úrslit.

Soleiðis skrivar altjóða hondbóltssamgongan, IHF, millum annað, tá hon í dag kunngerð Óla Mittún sum ein av teimum trimun, sum er í uppskoti til "2025 IHF Young Male World Player OF THE Year".

Hetta er saman við javngamla Francisco "Kiko" Costa úr Portugal, sum eins og Óli, ger vart við seg á A-landsliðsstigi og í Champions League (Sporting CP). 

Nógv bendir á, at heiðurin verður ein kapping millum Óla og Kiko, sum fyrr í vikuni átti stóran leiklut í at basa Danmark í EM-endaspælinum. Costa er í løtuni EM-toppskjútti.

Les eisini: Óli hevur flest upplegg og málstig í EM-endaspælinum

19-ára gamli Nikola Roganović er annars tann triðji, sum er í uppskoti. Sviin er eisini bakspælari og var ein av teimum allarbestu til U19 HM síðsta summar. Hann ger vart við seg í bestu svensku deildini, er við A-landsliðnum og skal til Gummersbach í Bundesliguni í summar.

Til ber at atkvøða frá sunnudegnum og til og við týsdagin 10. februar á midnátt. Tað eru hesar atkvøður, umframt tær frá dómsnevndum og venjarum, sum avgerða stóra heiðurin

[object Object]Mittún, Costa og Roganovic (Mynd: IHF)

Ger vart við seg á øllum pallum - kann gera Eliasi kynstrið eftir

Óli Mittún skoraði heili 73 mál og legði upp til 54 - bæði flest av øllum - í U21 HM. IHF leggur sjálvandi nógvan dent á hetta, tí HM er ein kapping hjá IHF.

Ungi føroyingurin hevur tó eisini blást nógv lið um koll á vaksnamannastigi og í EM-høpi. Óli var ógvuliga eyðsýndur í EM-undankappingini og átti stóran leiklut í, at Føroyar vunnu sín bólk. Og til endaspælið, har leikluturin hjá Føroyum nú er av, talar hetta helst fyri seg.

- Flest upplegg eftir bólkapælið: Óli Mittún (24 - 8 í miðal)

Flest málstig (mál+upplegg): Óli Mittún (47) - 6 fleiri enn Mathias Gidsel og Kiko Costa

Mál uttan brotskøst: Óli Mittún á 2. pláss beint eftir Mathias Gidsel

Herundir kann nevnast, at Óli bert brendi trý skot í EM-endaspælinum: Var 23 av 26

Sí eisini: Hann pissar á teir - ótrúligt at ein 20-ára gamal kann seta so nógvan dám á dystin

Elias Ellefsen á Skipagøtu vann stóra heiðurin sum heimsins besti ungi spælari fyri 2023. Tvey ár seinni er ein føroyingur aftur í uppskoti - systkinabarnið sum heldur fram at gera um seg á stóru pallunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder