Fótbóltur

Danmark fyrsta liðið at spæla seg í EM-hálvfinalurnar

Danir fóru frá týskarunum í 2. hálvleiki í Herning og vunnu við fimm málum. Hini úrslitini - javnleikur millum Noreg og Portugal og spanskur sigur á Fraklandi - hóskaðu sum fótur í hosu hjá heimsmeistarunum. Mikudagin stendur stríðið millum Frakland og Týskland um hitt plássið.

Emil Nielsen hevði aftur ein góðan dag í danska málinum, og hatta var við at gera munin fyri EM-vertirnar og favorittarnar (Mynd: EPA)

Emil Nielsen hevði aftur ein góðan dag í danska málinum, og hatta var við at gera munin fyri EM-vertirnar og favorittarnar (Mynd: EPA)

2026-01-26 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga ósannlíkt hósdagin, tá miðumfarið byrjaði, men eftir trý av fýra umførum í Herning hava EM-vertirnir longu tryggjað sær annað hálvfinaluplássið í sínum bólki.

Hetta hava ferfaldu heimsmeistararnir gjørt við sigrum á Fraklandi, Spania og Týsklandi.

Í dag gjørdi óvæntaði, men flotti, spanski sigurin á Fraklandi - umframt javnleikurin millum Portugal og Noreg - at Danmark kundi vinna seg í hálvfinalurnar longu í kvøld.

Tað kundu týskararnir eisini, og talan var um ein tættan dyst í 1. hálvleiki í Hening (13-12). Fyriuttan Mathias Gidsel fekk sterka týska verjan tálmað nógvum, og í álopinum var Hannover-Burgdof liðfelagin hjá Vilhelmi Poulsen, Renars Uscins, vælspælandi.

Emil Nielsen gav tó týskarum høvuðbrýggj við 14 bjargingum (35 prosentum), og nakað inn í 2. hálvleik fóru danir frá: Eftir 39 minuttir var pluss trý og fáar minuttir pluss seks. Tað var ov nógv hjá Týsklandi at heintað, og harvið vunnu danir seg í triðju EM-hálvfinaluna á rað - og tí áttandau á rað í einari stórum endaspæli. 

Jóhan á Plógv Hansen var bert á vøllinum í nøkrum fáum álopum í dag. Høgri vongurin úr Havn brendi einasta skotið móti einum vælleikandi David Späth. Annars hevur Jóhan havt rímiliga stóran leiklut í danska álopinum hetta miðumfarið við millum annað fimm málum

Alt gekk upp í eina hægri eind hjá dønum í dag. Samstundis er greitt, at Portugal, Noreg og Spania ikki kunnu vinna seg í hálvfinalurnar.

Týskland og Frakland spæla tíðliga mikukvøldið eina "finalu" um at koma í hálvfinalurnar saman við Danmark

Bólkur 1 - Herning:
3. umfar, í morgin 26. januar
Portugal - Noreg 35-35 (17-18)
Frakland - Spania 32-36 (14-20)
Danmark - Týskland 31-26 (13-12)


1. Danmark 6 stig *
2. Týskland 6 stig
-----------------
3. Frakland 4 stig
4. Portugal 3 stig ** 
5. Noreg 3 stig **
6. Spania 2 stig **

Víðari
**kunnu ikki koma víðari

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki

4. og síðsta umfar - mikudagin 28. januar
14.30: Spania - Portugal 
17.00: Týskland - Frakland
19.30: Danmark - Noreg


Í morgin heldur dramaið í Malmö fram: Fýra lið hava fýra stig, nú tvey umfør eru eftir og stríðast um tey bæði hálvfinaluatgongumerkiini til Herning.

Bólkur 2 - Malmö:

Støðan:
Ísland 4 stig
Svøríki 4 stig
Slovenia 4 stig
Kroatia 4 stig
-----------------
Ungarn 1 stig
Sveis 1 stig

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki

3. umfar - í morgin, týsdagin 27. januar
14.30: Sveis - Ísland 
17.00: Slovenia - Kroatia
19.30: Svøríki - Ungarn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder