Annað

New England Patriots og Seattle Seahawks skulu stríðast í Super Bowl nummar 60

Vunnu tættar hálvfinalur, NFL Championship-dystir, í gjár. Endurtøkan av dramatisku finaluni frá 2015 byrjar beint fyri midnátt sunnukvøldið 8. februar í Kalifornia.

Kenneth Walker hevur verið stórur álopsprofilur hjá Seattle Seahawks í endaspælinum. Skjótt skulu hann og liðfelagirni spæla um stóra Super Bowl-heiðurin (Mynd: EPA)

Kenneth Walker hevur verið stórur álopsprofilur hjá Seattle Seahawks í endaspælinum. Skjótt skulu hann og liðfelagirni spæla um stóra Super Bowl-heiðurin (Mynd: EPA)

2026-01-26 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annar var fullur í stigum, stórum spølum og undirhaldi, meðan hin var við samanlagt 17 stigum og nógvum góðum verjuspæli í Colorado-kuldanum.

Báðir Championship-dystirnir í gjárkvøldið, hálvfinalurnar í NFL fyri 2025-2026, vóru ógvuliga tættir og spennandi.

Í Denver var vøllurin grønur, tá dysturin byrjaði, men meira og meira kavi kom niður, meðan álopini royndu at fingu nakað at koyra - heimaliðið uttan sín fasta qarterback. Tað eydnaðist hjá einum endurføddum New England Patriots-liði at knógva Denver Broncos á útivølli (10-7) og spæla seg í felagsins fyrstu Super Bowl síðani 2019.

Júst New England Patriots hevur vunnið nógv mest í hesari øldini: Seks Super Bowl's. Nú er tað ikki við Trom Brady við róðrið, men Drake Maye og hinir fara eftir heitinum aftur 8. februar.

Tá stendur Seattle Seahawks hinumegin vøllin. Feløgini spældu eina dramatiska og góða Super Bowl í 2015. Síðani hava Seahawks ikki verið í stóru NFL-finaluni, og tað vóru ikki nógv, sum væntaðu sær nógv av teimum í ár. Men flest sigrar í grundspælinum og flottir sigrar í endaspælinum hava sent unga liðið hjá unga venjaranum Mike Macdonald til "stóra dansin".

Quarterbakkurin Sam Darnold var ein, sum fleiri feløg ikikki longur skoytti um, men hann spældi so at siga feilfrítt í sigrinum á LA Rams í gjár. Talan var um "fýrverk" - og liðið úr útnyrðingspartinum av USA hevði eitt vet meira at skjóta við í Seattle (31-27)

Super Bowl nummar 60 í røðini (Super Bowl LX) verður spæld á Levi's leikvøllinum í Santa Clara, Kalifornia sunnudagin 8. feburar - og út á mánanáttina 9. februar. 

Umframt Seahawks og Patriots framføra millum annað Charlie Puth (amerikanska tjóðsangin) og Bad Bunny (Half Time Show) á stóra ítróttardegnum og tí størst árliga hjá amerikanskum fótbólti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder