Fótbóltur

Felag í næstbestu ensku deildini vil hava Andrias Edmundsson

Oxford United hevur bjóðað uppá føroyska miðverjan - tað skriva nakrir bretskir miðlar útfrá upplýsingum hjá einum flytingartíðindamanni. Wisla Plock hevur fyrr í mánaðinum fingið fyrispurningar.

Andrias Edmundsson hevur seinastu árini av álvara gjørt vart við seg á landsliðnum og í pólskum fótbólti. Hetta kann skjótt hava eitt spennandi skifti við sær (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson hevur seinastu árini av álvara gjørt vart við seg á landsliðnum og í pólskum fótbólti. Hetta kann skjótt hava eitt spennandi skifti við sær (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-27 18:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina flotta gongd við landsliðnum og í Póllandi, har Andrias Edmundsson í løtuni er partur av oddaliðnum og bestu verjuni í Ekstraklasa, hevur áhugin fyri stóra føroyska verjuprofilinum verið vaksandi.

Sum skilst fekk Wisla Plock tíðliga í mánaðinum meira enn eitt boð uppá toftamannin - millum annað frá felagið úr næstbestu týsku deildini. Tað eina varð tó mett at vera so mikið vánaligt, at Plock ikki hirdi at svara uppá hetta, og Andrias Edmundsson er framvegis í Póllandi.

Áhugi hevur eisini verið fyri Andriasi aðrastaðni, og sambært summum miðlum í Onglandi hevur Oxford United nú bjóðað uppá 25-ára gamla toftamannin.

Talan er ikki um teir stóru miðlarnar í Onglandi, men millum annað the72.co.uk skrivar um hetta.

Tað er bygt á kunning frá Rudy Galetti, sum er ítróttarjorunalistur við serøki innan flytingum. Summar stórar síður nýta inn ímillum Galetti og hansara tíðindi. Hann hevur nærum 160.000 fylgjarar á sosiala miðlinum X og hevur lagt niðanfyristandandi út í dag:

[object Object]
Skíggjamynd: Rudi Galetti (x.com)

Rudy Galetti hevur í dag, 27. januar, skrivað, at Oxford United er stórliga áhugað í Andriasi Edmundsson, og at ein upphædd er bjóðað pólska oddaliðnum. 

Áhugin aðrastaðni - úr millum annað Týsklandi og US - verður nevndur, og tíðindamaðurin vil verða við, at føroyingurin fegin vil Stóra Bretland.

Hetta eru ikki váttaði tíðindi, og tað er ikki greitt, júst hvussu eftirfarandi tað er. Men Andrias Edmundsson hevur í viðtalu við Alduna fyrr í mánaðinum staðfest, at áhugi er úr fleiri londum, og at hann gott kann finna uppá at skifta skjótt um rætti møguleikin kemur - hóast tað gongur væl og hann stórtrívist í Póllandi.

Oxford United liggur næstaftast í næstbestu ensku deildini. Trý stig er til bjargingina í The Championship - so er spurningurin, um ein føroyingur kemur at hjálpa til við bjargingaroyndini. Flytingarvindeygað í Onglandi er opið til á midnátt mánadagin 2. februar.

Andrias Edmundsson hevur í løtuni sáttmála við Wisla Plock í eitt og eitt hálvt ár afturat.

Dagført: 18.49

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder