Hon skiftir til eitt væl størri felag í summar, men áðrenn ætlar Súna Krossteig Hansen at gera alt fyri, at Skanderborg heldur sær í fremstu donsku deildini.
Hetta vísa avrikini hjá 25-ára gamla bakspælaranum, eftir at hon í síðstu viku varð kunngjørd sum nýggjur ZRK Buducnost-spælari, frá kappingarbyrjan 2026/2027 at rokna.
Leygarkvøldið varð Súna K. Hansen toppskjútti við sjey málum móti HØJ. Hetta var ikki nóg mikið til at fáa stig tá, men í kvøld bragdaði hjá Súnu og Skanderborg, sum vóru á vitjan hjá liðnum hjá Anniku Fríðheim Petersen í Aalborg.
Sí eisini: Enn ein evropeiskur javnleikur hjá Janu og teimum - Súna toppskjútti í føroyingauppgerð
Les eisini: Váttað frá Portalinum: Súna Krossteig Hansen skiftir til stórfelag í Montenegro í summar
Heimaliðið var annars á odda 15-13 í steðginum, men Skanderborg var sterkari eftir steðgin og vann 31-28.
Tað vendi serliga fyrra helming av seinna hálvleiki, og tá var Súna K. Hansen - sambært tophaandbold.dk - beinleiðis við í seks málum. Føroyski landsliðsprofilurin gjørdi eisini sítt í verjuni
Samanlagt skoraði Súna seks mál, næstflest í dystinum, og hevði fimm upplegg.
Ellivu málstig (mál+upplegg) og nógv høvuðbrýggj fyri Aalborg. Harvið heldur kviki føroyingurin fram við góða forminum, sum hon hevur víst síðani tíðliga í vetur - síðani Sùna Krossteig Hansen var fullbirg eftir fótskaða.
![]()
Rakul Wardum (Ringkøbing) og Súna K. Hansen (Skanderborg) fegnast um plássið í HM-miðumfarinum. Síðani hevur Súna verið stórspælandi í Kvindeligaen( Mynd: Sverri Egholm)
Talan var um bert annan sigurin hjá Skanderborg av 14 møguligum í kappingarárinum. Hesin sendir liðið frammum Bjerringbro, ið nú er aftast í Kvindeligaen. Tað er bert 14. og niðasta plássi, sum gevur beinleiðis niðurflyting.
EH Aalborg er liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen. Føroyski landsliðsmálverjin er framvegis við at koma í gongd í felagnum aftur eftir barnsburð - hon hevur ikki verið á nøkrum dómaraseðla enn
Í morgin, mikudagin 28. januar, spæla Marita Mortensen (HØJ), Maria Pálsdóttir Nólsoy (HH Elite), Jana Mittún (Viborg) og Rakul Wardum (Skanderborg) í fremstu donsku deildini - tær síðstnevndu móti hvørjum øðrum.
Umframt hetta spælir Ikast, við Claus Mogensen sum venjara, móti oddaliðnum Odense - leygardagin hittast Ikast og Skanderborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald