Hondbóltur

EM-miðumfar: Trý hálvfinalupláss uppá spæl á seinasta degnum

Danmark er víðari, og klokkan 17 spæla Týskland og Frakland um hitt hálvfinaluplássið í bólkinum. Í Malmö kunnu Ísland og Kroatia avgerða tað sjálvi - áðrenn Svøríki sleppur framat í kvøld. Sí yvrlit.

Ísland kann við sigri klokkan 14.30 spæla seg í fyrstu hálvfinalu sína á hægsta stigi inan hondbólt síðani 2010 - sviar fara at sita og vóna, at Ísland - ella Kroatia - tapir (Mynd: EPA)

Ísland kann við sigri klokkan 14.30 spæla seg í fyrstu hálvfinalu sína á hægsta stigi inan hondbólt síðani 2010 - sviar fara at sita og vóna, at Ísland - ella Kroatia - tapir (Mynd: EPA)

2026-01-28 07:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

13 dagar eftir fyrstu EM-dystirnar skulu tólv lið spæla fyri sjeyndu ferð. Fyri helmingin av liðunum verður talan um seinasta dystin í kappingini. Tvey skulu spæla um 5. plássið - sum kann hava ymiskan týdning frameftir - og fýra sleppa til finaluvikuskiftið í Herning at stríðast um heiðursmerki.

Donsku vertirnir hava longu tryggjað sær, at teir sleppa at spæla tveir týðandi dystir afturat í Jyske Bank Boxen hesa vikuna. Hetta við trimum sigrum av trimum gjørligum í miðumfarinum, umframt tað at fleiri av hinum úrslitunum hava hóskað Danmark væl.

Millum annað gjørdi franska tapið fyri Spania mánadagin, at Danmark seinni sama dag kundi tryggja sær hálvfinalupláss við sigri á Týsklandi. Júst hesi úrslitini merkja eisini, at Týskland og Frakland tíðliga í kvøld bresta saman í nærum beinleiðis "finalu": Vinnarin skal spæla hálvfinalu í Herning fríggjakvøldið - endar tað við javnleiki kemur Týskland víðari, og harvið skulu fronsku evropameistararnir vinna.

Les meira: Danmark fyrsta liðið at spæla seg í hálvfinalurnar

[object Object]
Dika Mem og Frakland hava tapt fyri bæði Danmark og Spania í miðumfarinum, og evropameistararnir hava harvið knívin á barkanum í dag. Danmark og Noreg spæla í kvøld - uttan at serliga nógv er uppá spæl (Mynd: EPA)

Í Malmö, har Føroyar kundu spælt í hesum døgum, er hent mangt og hvat. Í gjár vóru tveir javnleikir, sum koppaðu myndini í bólkinum, og longu í dag verður spælt aftur nær brúnna um Oyrasund.

Tað eru vertirnir, sum eru mest kroystir eftir javnleikin í gjárkvøldið. Svøríki skal vinna á Sveis í kvøld, men áðrenn tað tørvar svium hjálp frá Ungarn ella Slovenia. Eitt troytt slovenskt lið kann framvegis eisini koma víðari, men til tess krevst ein sigur á Ísland, og at Svøríki ikki vinnur.

Íslendingar og kroatar hava hálvfinalulagnuna í egnum hondum. Um Ísland megnar at basa Slovenia seinnapartin, so verður tað fyrstu ferð í 16 ár, at Ísland spælir seg í eina stóra hálvfinalu; og fyrstu ferð í EM-høpi.

[object Object]
Felix Claar og Svøríki kláraðu einki at gera við Ísland sunnudagin. Aftur í gjár settu sviar stig til í Malmö, og nú kann EM enda við stórum vónbroti fyri eina av vertstjóðunum (Mynd: EPA)

Les eisini: Svenskur skelkur - kunnu ikki longur avgerða EM-lagnuna

EM 2026 - miðumfar

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki

Bólkur 1 - Herning:

4. og síðsta umfar - mikudagin 28. januar
14.30: Spania - Portugal (TV2 Play/TV2 Sport X)
17.00: Týskland - Frakland (TV2 Play/TV2 Sport)
19.30: Danmark - Noreg (TV2 /TV2 Sport)

1. Danmark 6 stig *
2. Týskland 6 stig
-----------------
3. Frakland 4 stig
4. Portugal 3 stig ** 
5. Noreg 3 stig **
6. Spania 2 stig **

Víðari
**kunnu ikki koma víðari

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki

Bólkur 2 - Malmö:

4. og seinasta umfar - í dag, mikudagin 28. januar
14.30: Slovenia - Ísland (RÚV, TV2 Play/TV2 Sport)
17.00: Kroatia - Ungarn (RÚV, TV2 Play/TV2 Sport X)
19.30: Sveis - Svøríki  (TV2 Play/TV2 Sport)

Støðan:

1. Kroatia 6 stig
2. Ísland 5 stig *
--------------------
3. Svøríki 5 stig *
4. Slovenia 4 stig
5  Sveis 2 stig **
6. Ungarn 2 stig **

* Ísland er betri enn Svøríki innanhýsis og liggur harvið tí at koma víðari í løtuni
** kunnu ikki koma víðari


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder