Í gjár snávaðu teir móti Sveis, men seinnapartin stóðu íslendingar ímóti trýstinum, tá teir við sigri á Slovenia kundu tryggja sær EM-hálvfinalupláss - tað fyrsta í 16 ár.
- 2002, 2010 og nú í 2026. Ísland pakkar Slovenia saman og spælir seg á sannførandi hátt til hálvfinalurnar í Herning.
Soleiðis tók spenti og fegni íslendski frásøgumaðurin hjá Ríkissjónvarpinum RÚV samanum við dystarenda fyri løtu síðani. Hann tosaði um OL-hálvfinaluplássið í Barelona í 1992, ta fyrsta í íslendsku hondbóltssøguni, og søguliga olympiska silvurið í Bejing í 2008.
Hetta er fimtu ferð, at íslendsku menninir spæla seg í eina stóru hálvfinalu (trý EM og tvey OL). Í RÚV-sjónvarsstovuni í Reykjavík sungu tey við til "Walking on Sunshine"; talan var bæði um frøi og ein ávísan lætti hjá okkara hondbóltskátu grannum fyri vestan.
Sterki miðverjin Ýmir Ørn Gíslason og hinir íslendinganir í Malmö kundu lyfta hendurnar (Mynd: EPA)
Ísland var mett sum ein av hálvfinalufavorittunum úr "hesum helminginum av kappingini", men eftir at hava fingið tvey stig víð víðari úr bólkaspælinum hevur tað verið upp og niður í Malmö: Tap fyri Kroatia, stórur sigur á svensku vertunum og síðani eitt hálvvánaligt avrik og javnleikur móti Sveis.
Les meira: Ísland snávaði móti Sveis
Men av tí at Svøríki eisini spældi javnleik sum favorittur í gjár - móti Ungarn - hevði Ísland alt aftur á egnum hondum undan fyrsta dystinum í bólkinum í dag.
Liðið hjá Snorra Guðjónssyni var eitt vet omaná fyri steðgin, og í 2. hálvleiki rann Ísland frá troyttu slovenunum, sum ikki megnaðu at standa ímóti ella skapa nóg mikið: Gott og flótandi álopsspæl, effektivt og náðileyst verju- og kontraspæl, við Óðini Ríharðsson á høgra vongi í hopla, nøkrum stórum bjargingum frá Viktori Gísla Hallgrímssin í málinum og lívligum íslendskum áskoðarum góvu samanlagt ein stórsigur: 39-31
![]()
Strikuspælarin og miðverjin úr Gummersbach, Elliði Viðarsson, spældi ein frálíkan dyst og varð toppskjútti við átta málum (Mynd: EHF)
Ísland hevði snøgt sagt fleiri streingir at spæla uppá, og Slovenia endaði við trimum tapumí fýra dystum í miðumfarinum.
Nú kann ber Kroatia fáa Ísland aftur, og harvið er hálvfinaluplássiðtryggjað. Eftir hvíld gongur leiðin í morgin til Herning. Har bíða møguliga donsku vertirnir í hálvfinaluni - ella vinnarin av Týsklandi-Frakland sum byrjar klokkan 17.
Um Kroatia vinnur á Ungarn um eina løtu (kl. 17.00), so fara kroata við íslendingum til heiðusmerkjavikuskifti í Herning. Um ikki, so fáa sviar ein eyka møguleika í kvøld móti Sveis (kl. 19.30). Sí yvirlit niðanfyri
---------------------------------------------
EM 2026 - miðumfar
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
Bólkur 2 - Malmö:
4. og seinasta umfar - í dag, mikudagin 28. januar
Slovenia - Ísland 31-39 (16-18)
17.00: Kroatia - Ungarn (RÚV, TV2 Play/TV2 Sport X)
19.30: Sveis - Svøríki (TV2 Play/TV2 Sport)
Støðan:
1. Ísland 7 stig *
2. Kroatia 6 stig
--------------------
3. Svøríki 5 stig *
4. Slovenia 4 stig **
5 Sveis 2 stig **
6. Ungarn 2 stig **
* Ísland er betri enn Svøríki innanhýsis og er harvið víðari
** kunnu ikki koma víðari
Bólkur 1 - Herning:
4. og síðsta umfar - mikudagin 28. januar
Spania - Portugal 27-36 (12-16)
17.00: Týskland - Frakland (TV2 Play/TV2 Sport)
19.30: Danmark - Noreg (TV2 /TV2 Sport)
1. Danmark 6 stig *
2. Týskland 6 stig
-----------------
3. Portugal 5 stig **
4. Frakland 4 stig
5. Noreg 3 stig **
6. Spania 2 stig **
* Víðari
** Kunnu ikki koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald