Fótbóltur

Champions League: Bodø/Glimt framdi bragdið í Madrid

Vendi dystinum móti Atletico og spældu seg víðari úr deildarspælinum - samstundis tapti FCK í Barcelona og er úti. Í Portugal var Mourinho- og málverjudrama, umframt reyð kort, tá Real Madrid misti beinleiðis atgongumerki og kann møta Glimt í play-off.

Kasper Høgh gjørdi stóra hetjan, tá danski áleyparin skoraði til 2-1 eftir ein tíma á Wanda Metropolitano (Mynd: EPA)

Kasper Høgh gjørdi stóra hetjan, tá danski áleyparin skoraði til 2-1 eftir ein tíma á Wanda Metropolitano (Mynd: EPA)

2026-01-28 23:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. og seinasta umfar av deildarspælinum í Champions League varð avgreitt í kvøld við átjan dystum. 

Greiða skuldi fáast á, hvørji átta lið komu beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar - bert Arsenal og Bayern vóru tryggjaði áðrenn dystirnar - og hvørji sluppu inn um markið, sum eitur 24. pláss.

Danska meistaraliðið FCK skelkaði á Camp Nou við máli í 4. minutti og lá eina góða løtu til at koma víðari. Men í 2. hálvleiki skramblaði alt saman hjá FCK, tá Lewandowski, Yamal, Rashford og hinir vístu klassan: 4-1 til Barcelona sum endaði á 5. plássi.

Bodø/Glimt skrivaði søgu í Madrid

Betri gekst hinum skandinaviska liðnum. Bodø/Glimt hevði annars bert trý stig og ongan sigur fyri seks umfør - og Manchester City og Atletico Madrid á skránni - tá 2026 byrjaði.

Fyri átta døgum síðani vann Bodø/Glimt 3-1 móti liðnum hjá Guardiola á Aspmyra. Hóast Atletico kom frammum eftir eitt korter í Madrid í kvøld- við máli frá norska áleyparanum Alexander Sørloth - so gekk alt upp í eina hægri eind.

Frederik Sjøvold javnaði nakað fyri steðgin, og í 59. minutti skoraði danski áleyparin Kasper Høgh til 1-2. Hetta helt hjá Kjetili Knudsen og hansara monnum, og harvið er liðið úr Norðurnoreg á fyrsta sinni víðari til "knock-out dystir" í Champions League.

[object Object]
Spælararnir hjá Bodø/Glimt fegnast saman við áskoðarunum um søguliga sigurin (Mynd: EPA)

Málverjin hjá Mourinho avgjørdi endaliga í Madrid

Eitt flott avrik hjá norska felagnum, ið møguliga skal aftur til Madrid til play-off dystir í februar.

Tí Real Madrid megnaði júst ikki at koma í topp-átta, so at man slapp beinleiðis til 1/8-finalurnar. Tað sá annars soleiðis út men gott Benfica-avrik forðaði fyri hesum. Real Madrid fekk tvey reyð kort í yvirtíðini, og Anatoily Trubin tryggjaði endaliga sigurin og plássið í play-off umfarinum, tá málverjin hjá Benfica hann kom fram við og stútaði bóltin í netið eftir frísparks-innlegg.

4-2 og stór frøi á José Mourinho og hansara monnum. Tá fyrrverandi Real Madrid-venjarin kom til Benfica síðsta heyst, hevði liðið tapt allar sínar tríggjar dystir í kappingini. Í play-off umfarinum skal kendasti portugisiski venjarin hitta eitt av sínum fyrrverandi liðum: Real Madrid ella Inter Milan.

[object Object]

[object Object]

Champions League eftir deildarspælið: 

Hesi liðini eru beinleiðis víðari til 1/8-finalurnar (endaðu í topp-8):
Arsenal, Bayern München, Manchester City, Liverpool, Barcelona, Tottenham, Sporting CP og Chelsea 

Hesi skulu spæla play-off dystir í seinnu hálvu av februar um hini átta plássini (endaðu á plássunum 9-24):

Real Madrid
Inter Milan
PSG
Newcastle 
Juventus
Atletico Madrid 
Atalanta 
Bayer Leverkusen
---------------------
Borussia Dortmund
Olympiacos
Club Brügge
Galatasaray
Monaco
Qarabag
Bodø/Glimt
Benfica

Lutakast verður um, hvussu spælt verður í play-off dystunum í morgin, fríggjadagin 29. januar. Liðini á teimum ovastu av hesum plássunum kunnu bert spæla móti teimum niðastu t.d. ; tað eru styrkisbólkar á tvey og tvey.

Tólv lið eru nú úti av Champions League - her ímillum FCK

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder